»Einki alment nýggjársfýrverk í Klaksvík«

-

Formaðurin í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs Jógvan Lútzen gevur ilt av sær, tí at býráðið fylgdi tilráðing frá Hilmar Danielsen og undirritaða um, at kommunan ikki skuldi vera partur í nýggjársfýrverkinum.

Ein kann so spyrja, hví skal kommunan ikki tað?

Undanfarin ár hevur kommunan als onki havt við fyriskipan av nýggjárinum at gera, og hevur ikki borið kostnaðin av hesum. Eg dugi ikki at síggja at tað er nøkur orsøk til at broyta hesa skipan. Borgarnir her í býnum hava sjálvir ikki havt trupulleikar við at skipa soleiðis fyri, at ársskifti hevur verið vakurt, hugnaligt og hátíðarligt.

Hvat takast klaksvíkingar við um ársskiftið? Tey flestu eru saman við familju, vinum og kenningum. Mong eru í kirkju. Ein stór fjøld er í nýggjársveislu í Betesda.

Í nevndu grein roynir formaðurin í mentanarnevndini at tilonkisgera eina upphædd áljóðandi krónur 35.000 kr, ið hann ynskti at nýta til fýrverkarí. Nú kann tað vera at 35.000 kr. - eru smápeningur í hansara verð, men eg haldi ikki at eg fari skeivur, tá eg fari at halda uppá, at fleiri borgarar halda at hetta er nógvur peningur til »fjant og fjas«, og at teir kundu verið nýttir til okkurt meira neyðugt.

Annað er so tað, og tað er meira álvarsamt, fýrverkaríið er bílagt í heimildarloysi, ongin peningur er játtaður.

Um gott hálvt ár verður Norðoyarstevna, tá kunnu gestir og fólkið ið her býr fegnast um vakurt fýrverkaríið á miðnátt.

Torleif Sigurðsson, býráðslimur