Einki er sum ein góð sigarett aftaná suppuna

- Do you have a cigarette?, er fyrsti spurningur frá russiska sjómanninum her umborð á “Kapitan Butrimov”. At liggja bundin við bryggju ímóti sínum vilja, er ikki stuttligt, tá einum dámar sjólívið. Eingin maður klagar kortini. Teir gleða seg bara at sleppa til fiskiskap aftur. Tað er helst so sum skiparin umborð, Victor Makarov sigur tað so rámandi: - Tá vit fiska er fortjenastan góð. Men tað eru eingir pengar í at liggja við bryggju!

Ánirnar: Tað er ógvuliga friðarligt her á havnalagnum um middagsleitið í gjár. Tað er í arbeiðstíð, men einki sæst til fólk, fæ ella før.

Framman fyri “Kapitan Butrimov” er sama støðan. Ikki eitt menniskja at síggja. Leytarin hongur tó niður ímóti bryggjuni, og her er eingin sum forðar nøkrum í at sleppa umborð.

Eg havi gjørt avtalu við skiparan, Victor, at práta við hann um middagsleitið. Tað er tó ikki vist, at samrøðan okkara millum verður til nakað. Tá eg spurdi meg fyri mikudagin, helti hann á bæði borð: - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg veit heldur ikki, um tú fært nakað burtur úr. Eg veit ikki ....

Sum ein treiskur tíðindamaður góðtekur ein ongatíð eitt nei fyri eitt nei. So hví ikki royna. Ein fær so ikki annað enn eitt “njet”!

“Kapitan Butrimov”, ið varð bygdur í 1990, er ein stórur verksmiðjutrolari, so tað er høgt av bryggjukantinum og upp á dekkið. Heldur ikki her er nakar sjómaður at síggja. Ein hurð stendur tó opin, og einastaðni har inni hoyrist mannamál. Á skottinum standa ymisk uppsløg á russiskum, men hetta er sum volapyk fyri tann ókenda.

Inni í einum av kømrunum eru nakrir av manningini savnaðir. Prátið gongur so listiligt, og tað er líkt til at teir hugna sær.

Teir hoyra, at her er fremmant fólk komið umborð. Teir skunda sær allir út, fyri at vita hvør hesin fremmandi er sum er komin á gátt.


Gott suppukjøt

Inni á kamarinum er trongligt, men hvat sakar tað, tá ein er í sama báti:

Allir bíða teir eftir at sleppa til fiskiskap aftur. Á borðinum stendur orsøkin, til at teir eru savnaðir her og til at lagið er so gott.

- Police?!, vil ein teirra fyrst hava at vita. Teir óttast helst, at “lovens lange arm” vil hava eitt orð við teir. Nei, tá man vera frægari at tosa við eitt tíðindafólk.

Onkur teirra hevur gjørt seg serliga góðan vin við kokkin, sum hevur sett ein tallerk við kókaðum kjøti fram fyri teir. Hetta dámar teimum, tí tað er ikki leingi, so er tallerkurin tómur.

- Halt teg bara framat, sigur ein teirra á hampiligum enskum máli. - Fært tú tær ikki nú, so verður einki til tín um eina løtu. Hetta er tað besta eg veit!

Tíð er bert til at hyggja eftir kjøtinum, tí nú kemur skiparin. Tað skilst á øllum brøgdum, at hann fegin vil hitta umboðið fyri tíðindatænastuna.

- Kom við mær. Vit fara upp á skiparakamarið!


Kona og børn

Skiparakamarið er ikki prangandi á nakran hátt. Og tó - tað er helst ikki hvørjum skipara beskorið at hava tríggjar telefonir, teldu og fax á kamarinum.

Aftanfyri hann hongur, sum myndin eisini vísir, russiska flaggið omanfyri eitt skipsróður. Á einum øðrum veggi hongur ein hitamálari, ein mynd av einumhvørjum russiskum halgimenni og ein seðil, ið skal minna hann á okkurt. Og á borðinum liggur ein fjarstýring, ein roknimaskina og annað sum ein skipari bara skal hava, til tess at útinna starv sítt.

- Eg tosi ofta við konuna, - einar tvær ferðir um vikuna. Nei, hon er ikki óttafull, so leingi vit liggja við bryggju í Føroyum.

Heima í Ruslandi eigur Victor eisini tveir synir - annar er 15 ár og gongur í ungdómsskúla, meðan tann 22 ára gamli og eldri bróðurin, er í ferð við hægri lestur í Kalingrad.

Síðst, men ikki minst er tað konan, Tatyana. Hon segði manninum farvæl í november, og fær hann, um rætt verður atborið, fyrst at síggja aftur 1. mai. Tá fer trolarin á sleipistøð annaðhvørt í Letlandi ella Polen.

- Tatyana, hon bíðar eftir mær. Eg hopi, at eg skjótt sleppi heim, - ella til fiskiskap. Annað tað. At liggja bundin við bryggju, er einki lív.


“Sad story”

- Ja, var tú komin umborð í farnu viku, so høvdu vit verið 22 mans. Nú eru vit bara 20 - men tað eru altso 20 góðir menn, vit hava umborð, sigur hann.

Honum stendur greitt, at fólk í landi eisini hava hoyrt ta syrgiligu søguna um tveir av hansara skipsmonnum, sum fyrst endaðu í varðhaldinum og síðani vórðu vístir av landinum.

Greinin í Sosialinum mikudagin við heitinum “Útvístir fyri at stjala mat”, segði greitt frá lagnuni hjá hesum báðum monnunum, ið høvdu ognað sær vørur og annað úr handlum í Klaksvík, og sum teir altso ikki høvdu goldið fyri.

- “Sad story”, heldur skiparin fram.

Vanliga eru teir 64 mans umborð, tá teir eru til fiskiskap. Men síðani skipið varð noytt inn í føroyska havn, er manningin so líðandi farin heimaftur.

Teir 20, sum nú eru umborð royna, sum frægast at fáa gerandisdagin at ganga. Men tað kann tykjast langligt, tá ein liggur við bryggju enn ein dag, og eisini skal liggja næsta dagin.

- Nei, hetta er ikki serliga stuttligt. Høvdu vit bara havt hetta vælsignaða fiskiloyvið. Okkum dámar nógv betri at fiska, enn at liggja við bryggju. TAÐ er lívið!, greiðir Victor íðin frá.

Tann stóri og ósvaraði spurningurin er, nær teir aftur sleppa til tað, teir í november mánaði í fjør løgdu út til: At fylla lastina sum skjótast og selja hana fyri ein góðan prís.

Og síðani sleppa heim aftur til síni kæru.


Ongar sigarettir

Victor Makarov og hansara 19 mans eru í stóran mun klárir at fara til fiskiskap. Líka so skjótt sum teir fáa fiskiloyvið, og restin av manningini er komin umborð, verður lagt til brots aftur í føroyskum sjógvi.

Tað er tað teir mest av øllum leingjast eftir, men okkurt skulu teir kortini takast við, nú teir liggja við bryggju. Teir fyrstu dagarnir gjørdu teir reint umborð eftir at hava fiskað í nakað meiri enn ein mánað.

Tað var kortini skjótt at hetta fekk ein enda. Okkurt smávegis var at taka til, men so við og við varð bert tað allarmest neyðuga gjørt.

- Í dag gera vit alt fyri at tryggja skipið. Og tú skilir, at tað tekur ikki langa tíð hjá 20 monnum at gera tað. Vit hava jú ligið her so leingi, slær hann brosandi fast.

Teir nýta ein stóran part av tíðini til at práta, hugna sær saman við sjónvarpi og hava eisini gingið túrar inn til Klaksvíkar ella norðureftir móti byrgingini um Haraldssund.

Ein maður kemur við ferð inn á skiparakamarið. - Hetta er bátsmaðurin, greiðir skiparin frá, - sami maður sum vildi vera blíður við tann fremmanda og bjóða honum burtur av kókaða kjøtinum.

Hann vildi vita, um tann fremmandi hevði tikið sigarettirnar við umborð.

- Nei, sigur Victor. Eg havi biðið um tær. Men tær eru so ikki komnar enn. Og tað er so í øllum førum ikki hasin tíðindamaðurin, sum skal taka tær við umborð!


Svangur??

Tað var ein søgan um russaran, sum helt vakt umborð á einum báti við skipasmiðjuna á Skála. Sagt varð, at hann hevði ongan mat umborð, og at hann tí varð noyddur at fiska oljudálkaðar skrubbur til lívsins uppihald.

Tað vísti seg tó - og sum lýst varð her í blaðnum - at hann hevði nóg mikið av øllum umborð. Hann leið so onga neyð. Og tað gera teir 20 menninir umborð á “Kapitan Butrimov” heldur ikki.

- Ert tú ikki svangur? Klokkan er enn bara 15 minuttir yvir 12. Vit eta um 45 minuttir. Tú ert vælkomin at eta við okkum. Kokkurin er góður, skal eg siga tær.

Skiparin tekur meg við sær inn í kabússuna. Kokkurin kemur úr messuni. Hann er í ferð við at leggja seinastu hondina á dagsins rætt - suppu, á øðrum sinni í dag - og tryggjar sær nú, at borðini eru rein, nú skaffast skal hvørja løtu.

- Kokkurin dugir sera væl at gera suppu. Vit fáa eina nýggju suppu hvønn einasta dag í viku. Hann ger góða suppu á morgni, góða suppu á middegi og góða suppu aftur á kvøldi. Einki er sum góð suppa við kjøti afturvið, sigur sigur skiparin og gevur kokkinum eitt ordiligt herðaklapp.

Nú teir liggja við bryggju sleppur kokkurin eitt sindur lættari: Undir fiskiskapi verður borðreitt fýra ferðir um dagin við góðum mati. Nú teir liggja við bryggju, og menn bert gera tað mest neyðturviliga, verður bara borðreitt tríggjar ferðir.

- Høvdu vit nú bara fingið sigarettirnar. Tað hevði verið gott omaná suppuna, sigur kokkurin.