Einki er vunnið enn

Hóast liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, sjálvandi var fegin um sigurin í Vági, so heldur hann framvegis, at tað er ov tíðliga at tosa um nakað meistaraheiti.
- Tað eru framvegis seks dystir eftir at spæla, so enn er alt ov tíðliga at tosa um tað. Men tað er einki at ivast í, at tað sær betri og betri út, helt hann eftir dystin.
Um sjálvan dystin í Vági helt Rúni, at tað kom væl við hjá teimum, tá teir í steðginum hoyrdu, hvussu støðan var í Havn.
- Sjálvandi hugsaðu vit fyrst og fremst um okkara, men tá vit hoyrdu, at GÍ var á odda og B36 hevði málverjan útvístan, tók hetta í øllum førum nakað av trýstinum frá okkum. Tí vóru vit kanska meira róligir, tá vit fóru út til seinna hálvleik.
- Og so haldi eg eisini, at tað nú má vera liðugt við tosinum um, hvussu trupult vit hava tað í Vági. Har hava vit so sanniliga ikki havt hagtølini við okkum, men nú hava vit so fingið fult tvey ár á rað, so eg haldi, at vit hava vent hagtølunum í so máta, staðfesti fegni liðskiparin at enda.