Einki heftir fyri H71

Hondbóltur kvinnur: Seinna hálvleik vunnu tær úr Hoyvík 19 – 11 í fyrstu FM finaluni ímóti Kyndli

Í hondbólti kann tað ganga skjótt hvønn vegin. Men tað skal nógv venda heilt øðrvísi, enn tað gjørdi í kvøld, um tað aftur skal verða spenningur um, hvør fer at vinna FM í kvinnuhondbólti.

Í kvøld átti H71 heimavøll í grannauppgerðini ímóti Kyndli, og H71 vann fyrstu finaluna 34 – 25. Hálvleiksstøðan var 15 – 14. Tað vil siga, at H71 kvinnurnar eftir steðgin vunnu 19 – 11.

Fyrra partin av seinna hálvleiki hvarv spenningurin heilt. Tá rann H71 av álvara undan, tí í 12 minuttir øktist munurin úr einum og upp í sjey mál.

Sum so ofta vóru tað Jana Mittún og Maria Haldsóttir Weyhe, sum gingu undan í álopsspælinum. Jana var toppskjútti við átta málum, og Maria skoraði seks mál. Stinni verjuspælarin Lukka Arge umsetti fimm brotskøst til mál, og so misnýtti hon eitt brotskast.

Hjá Kyndli var tað enn einaferð Turið Arge Samuelsen, sum gekk undan í at skjóta mál.  Hon var toppskjútti við 10 málum, og Nadja Pejovic skoraði átta mál.

Tað er greitt, at tað í hvussu so er skulu spælast tríggjar finalur. Spælt verður best av fimm finalum. Mikukvøldið verður nýggj finala í høllini á Hálsi.

Dómaraseðilin

https://files.hsf.fo/matches/reports/dDUdIFvRQ0JciP2vk5KD.pdf