Hóskvøldið 25. juni skipaði ovastevnunevndin fyri fundi í Nólsoyar Kunningarstovu, har greitt varð frá, hvussu ætlanin er at skipa ovastevnu í ár. Hetta var ein góður og positivur fundur.
Á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - verður sagt, at konseptið á ovastevnu í ár verður, sum tikið verður til - “back to basic” - altso aftur til tað góðu, gomlu og hugnaligu ovastevnuna.
- Hetta verður ein ovastevna totalt uttan hegn - ein stevna við “bygdasligum” tiltøkum, sum lagt verður aftrat.
Í ár verður ovastevna hildin í Nólsoy leygardagin 15. august. Ætlanin er at hava onkran kunnandi fund aftrat millum bygdarfólkið, og sum skilst eru framvegis øll góð hugskot vælkomin.
Tað eru mong, sum hava argast um, at ovastevnan líka sum hevur verið hegnað inni tey seinnu árini - eftir á leið sama leisti, sum teir stóru festivalarnir og bátastevnan í Vestmanna hava verið tað tey seinnu árini.