Alla halganna dag, 1. november, vóru minningarhald hildin við teir ymisku minnisvarðarnar og í kirkjum og samkomuhúsum kring landið.
Eins og undanfarin ár var samkoma á Sjómansheiminum í Havn, har Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Martin Restorff Jacobsen, prestur á Nesi, hildu minningarrøður.
Vit prenta her røðuna hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni:
Fyri nøkrum árum síðani varð eitt av føroysku fiskiskipunum tikið fyri at
fiska innanfyri sjómarkið í einum av grannalondum okkara.
Skiparin, ið var kendur skilamaður á sjógvi, greiddi rættinum frá, at
sambært hansara útrokningar, so hevði hann ikki fiskað innanfyri.
Við endan á rættarfundinum spurdi dómarin føroyska skiparan, um hann var 100% vissur í, at hann var uttanfyri. Tá svaraði føroyski fiskiskiparin:
"Harra dómari! Einki í hesum heimi er 100% vist." Føroyski skiparin varð fríkendur.
Fara vit í søguna, verða vit mint á sorgarleikin við "Titanic".
Sagt varð um hetta skip, at tað var so væl bygt, at tað kundi ikki søkka.
Hetta var tátíðarinnar heimsins størsta og best útgjørda skip. Men kortini
hendi tað, sum eingin helt fara at henda: Á síni allarfyrstu ferð yvir havið
fórst hetta sterka og stásiliga skipið í Atlantshavinum og tók hundraðtals
fólk við sær niður í dýpið.
Tá mátti sannast, at tað, sum menn mettu vera 100% trygt, var kortini ikki
trygt.
Í hesi útvið hundrað árini, ið eru liðin, síðani hesa døpru hending, er
alsamt roynt at betrað trygdina umborð á øllum skipum sambært altjóða
reglur.
Vegna stórar skipsvanlukkur seinasta partin av øldini eru trygdarreglurnar
nógv herdar, og trygdarskeið verða oftani hildin. Alt við tí endamáli, at
sjófólk skulu kenna seg so trygg, sum á nakran hátt gjørligt.
Hóast alla hesa fyribyrging so hendir kortini tað, ið vit av øllum alvi
royna at verja okkum ímóti: At fólk sjólátast og skip farast.
Skipasøgan vísir okkum, hvussu stutt tað er ímillum lívið og tað at fáa eina váta grøv. Ein hending frá 1935 er dømi um hetta:
Føroyska skipið "Langanes" kom í ógvisligt ódnaðarveður á Suðurlandinum á vári 1935. Óløgini løgdu yvir skipið og knústu tað, ið fyri var.Stórmasturin kvettist av og fór fyri borð við stórseglinum.
Meðan menn stríddust á dekkinum fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi,
hoyrdist róp, at stórsjógvur var við at bróta inn yvir skipið.
Tveir ungir hvalbingar, Dánjal Jákup Holm og Niels Pauli Nónstein, stóðu og hildu sær í mastrarstubban, sum stóð eftir í dekkinum. Men Dánjal Jákup rakk so illa tvørturum, at hann fekk ikki krept hendurnar.
Sjógvurin breyt, og teir vóru hangandi. Men so kom eitt brot í hølunum á
hinum brotinum. Tá misti Dánjal Jákup takið og fór fyri borð.
Sumbingurin, Hjalmar Thomsen var farin aftur um stýrihúsið. Tá sær Hjalmar nakað, ið hann helt líktist einum posa, sum kom rekandi aftureftir. Hann vildi vita, hvat tað var, og sá, at tað var ein maður.
Hjalmar, sum var ein sterkur unglingi, toygdi seg út um lúnningina, fekk í
hárið á 18 ára gamla Dánjal Jákupi og fekk hann inn á dekkið í allarseinastu løtu.
Hóast trygdarviðurskifti sjómansins eru nógv broytt til tað betra, so er
sjómaðurin tó altíð í eini serstakari vandastøðu, av tí at hansara
virkisøkið er havið, sum sangurin sigur:
Teir berast á brúsandi bylgju um høv,
har bert er ein fjøl millum teirra og grøv.
Nýggi filmurin um lív Jesusar við føroyskari talu, er hugtakandi. Parturin,
ið sýnir útróðrarbátin í ógvisliga ódnarveðrinum á Genezaretsvatninum, er serstaka livandi og viðkomandi fyri okkum føroyingar, at síggja bátsmenninar stríðast fyri lívinum móti storminum og uppøstu aldunum.
Grípandi kennist løtan, tá ið bátsmenninir róptu á sovandi Meistaran. Jesus reisist, rættir út hondina, og stillar óveðrið og hóttandi aldubrot.
Okkara ynski er, at Frelsarin sum stillaði stormin á Genezaretsvatninum,
skal stilla tann storm, sum er í tykkara hjørtum, sum í dag fara ígjøgnum
eitt ógvisligt sorgaróveður.
Øll, sum eru komin saman her í dag, og allir føroyingar kring oyggjarnar,
vilja vísa, at vit standa saman við tykkum, ið so sárt hava mist ein av
tykkara kæru.
Til havs hevur farið,
so fagur ein skari,
hann hvílist har úti, men vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.
Gud gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, hvar sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin og horvið er hav.
Bernt Støylen / Gudmund Bruun týddi.
Við hesum orðum vil eg vegna Føroya Landsstýri, vísa tykkum, ið mist hava, okkara djúpastu samkenslu í stóra sakni og sorg tykkara, og ynskja, at tit skulu fáa serstaka troyst og styrki frá Gudi í komandi døgum.
Í virðing reisa vit okkum og minnast í tøgn tey farnu.
Karl Hansen, Glyvrar, doyði umborð á "Stapanum" 3. december 2002, 35 ára gamal.
Jóan Jacob Blástein, Vestmanna, doyði umboð á "Hvannadali" 14. febuar 2003, 59 ára gamal
Hjalmar Guttesen, Tórshavn, druknaði í Havn 25. mars 2003, 52 ára gamal.
Hanus Højsted, Svínáir, fórst í sínum starvi við ?Fugltúgvuni" 6. mai 2003, 57 ára gamal.
Marner Petersen, Klaksvík, doyði í sínum starvi við ?Helenu" 19.oktober
2003, 49 ára gamal.
Eftir minningarhaldið á Sjómansheiminum var farið niðan í viðarlundina, har løgmaður legði krans við minnisvarðan.
Myndatekstur:
Anfinn Kallsberg, løgmaður, legði krans við minnisvarðan í viðarlundini
Mynd: Magnus Gunnarsson