Einki inngjald til eftirlønir í januar

Føroyskir peningastovnar og eftirlønarveitarar stongja fyri inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012 til 23. januar 2012.

Orsakað av broytingum í lógini um skatt av rentutryggingum viðvíkjandi skatting av inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012, boða Felagið Peningastovnar, Betri Pensjón, Lív nú frá, at stongt verður fyribils fyri inngjaldi á allar eftirlønarkontur.

- Orsøkin til hetta er, at allar tøkniligar fyrireikingar enn ikki eru lidnar, verður sagt.

Peningastovnar og eftirlønarveitarar fara væntandi tann 23. januar 2012 aftur at loyva inngjaldi umvegis skattaskipanina og inngjaldi á privatar eftirlønarskipanir.