Einki kann sammetast við familjubond

Tove Højgaard Madsen úr Havn og Sámal Jákup Jacobsen úr Vestmanna vóru blaðung, bert 17 og 19 ára gomul, tá tey gjørdust foreldur at trimum børnum í einum

Vit stukku inn á gólvið í heimi teirra á Flatabø í Vestmanna og fingu eitt prát við Tove um, hvussu tað var at fáa eina slíka stóra uppgávu á so ungum aldri ? og um, hvussu týdningarmikið tað er fyri børn at eiga familju, sum vísir teimum umsorgan og kærleika.

- Eg vaks upp á barnaheiminum og var von við børn. Mær dámdi altíð so væl at fáast við tey smáu, og bað ofta lova mær at skifta á teimum. Tá eg so fekk tríggjar døtur í senn, fall tað mær ikki tungt og førningurin, eg fekk á barnaheiminum, kom mær nú til góðar, sigur Tove.
Mamma Tove, Silvurlýn, fekk hana uttan fyri hjúnalag. Tá hon fór niður til Danmarkar at arbeiða, varð Tove verandi eftir hjá ommu og abba sínum í Havn.
Men stutt eftir gjørdist omman, Olga, sjúk, og varð noydd at koyra Tove á barnaheimið. Hóast omma hennara sjálv átti 10 børn, var tað ein sorg fyri hana, at hon ikki kundi hava Tove hjá sær.
Góðan uppvøkstur
- Fyri meg var tað gott at vaksa upp á barnaheiminum. Nicolina Højgaard Simonsen, fyristøðukvinna, var sum ein mamma fyri meg. Hon læt ongantíð hurðina aftur og segði, at nú hevði hon frí. Hennara heim var okkara heim, vit kundu koma og fara hjá henni, sum vit vildu, greiðir Tove frá.
- Petur Højgaard Simonsen, sonur Nicolinu, sum vit børn kallaðu "gubbi", minnist eg við takksemi, leggur hon aftrat.
- Men tað, sum heilt vist hevur havt størstan týdning fyri meg, var, at omma og abbi búðu nærhendis og hvørt einasta vikuskifti komu eftir mær. Tá eg bleiv størri, kundi eg ganga ímillum sjálv, sigur Tove.
- Eisini hevði eg samband við ommu mína í Danmark, sum sendi mær pakkar til jóla og føðingardagar, sigur hon.
Tove sigur, at familjubond hava ómetaliga stóran týdning fyri eitt barn.
- Tað, at eg átti ommur á báðum síðum, sum vóru góðar við meg, gjørdi, at eg hevði ein samleika. Eg hoyrdi til onkustaðni, og eg átti familju, sigur hon.
Hon sigur, at nógv børn, sum vaksa upp á stovnum, koma illa undan. Tað er ikki tí, at barnaheimini eru so vánalig ella starvsfólkini ódugnalig, men heldur tí, at familjan sveik hesi stakkals børn.
Gjørdist við barn
Tá Tove var 16 ár, fór hon í húspláss í Vestmannna. Har komu hon og Sámal Jákup at kennast og blivu góð. Ikki gekk long tí, so gjørdist Tove við barn.
Tá Nicolina frætti hetta, segði hon við Tove, at best var, at hon varð útskrivað av barnaheiminum, tí annars kundi barnaverndin møguliga koma uppí, og so vistu vit ikki, hvat kundi henda.
- Hetta var sera skilagott av Nicolinu, og var bara gott fyri meg og "barnið", sum jú, tá tíðin kom, vísti seg at vera trý heldur enn eitt, sigur Tove.
Tove gjørdi av at fara niður til Nyborg, har yngsta mostir hennara býr. Tað eru bara fá ár millum teirra, og eru tær tætt knýttar frá barni av. Mamma hennara búði eisini niðri. Tí fall tað náttúrligt at fara niður at eiga.
- Eftir tí, sum eg hevði roknað meg fram til, skuldi eg eiga um 1. mars. Men á sjúkrahúsinum hildu tey meg vera komna longur, og mettu meg at fara at eiga í januar. Eg var óvanliga tjúkk eftir tíðini, og haraftrat var blóðtrýstið ov høgt, sigur Tove.
Helt jarðarmóðurina skemta
Til jólar kom Sámal Jákup niður at vitja, og tá Tove tann 20. desember varð koyrd í røntgen, fingu tey at vita, at hon bar tvey børn.
- Hvat heldur tú? Vit skulu hava tvey børn, segði hon við hann.
Hon heldur seg minnast, at Sámal Jákup gjørdi eitt lítið suff, men hann sigur, at hann ongatíð stúrdi fyri at blíva pápi.
Barnsburðurin gekk sína náttúrligu gongd, og tá februar mánaði var komin í helvt, fekk Tove verkir, og føðingin fór í gongd. Tá tvær gentur vóru komnar til verðina, segði jarðamóðirin:
- Der er en mere!
- Eg ivaðist ikki í, at hon skemtaði, og eg helt hana slett ikki vera stuttliga, minnist Tove.
Hetta var ikki skemt, men ramasta álvara. Har var ein eftir!!
Klokkan var farin tíggju minuttir av middegi, tá tann fyrsta varð fødd, og tað vantaði klokkuni tíggju minuttir í eitt, tá tann seinasta kom.
Føðingin gekk sum eftir bókini, og allar tríggjar genturnar blivu føddar uttan nakað hóvasták.
- Tað var heilt fantastiskt at fáa tríggjar nýføðingar í føvningin. Eg var ógvuliga glað og nú ynskti eg, at eg hevði tríggjar armar, sigur Tove og flennir.
Einastandandi fjarrit
Sámal Jákup var til fiskiskap í Grønlandi og fekk soljóðandi fjarrit:
"Tað varð ein genta, ein genta og ein genta"
Sum hjá so mongum sjómanni, skuldi ganga fleiri mánaðir, til hann sá døtur sínar. Ikki fyrrenn í juni mánaða slapp hann niður til teirra, og meiningin var, at tey skuldu fylgjast heim til Føroya.
Men meðan hann var niðri, fekk hann skipsboð at koma á rækjuveiðu við Sólborg. Ein so góðan kjans segði tú ikki frá tær; har var einki at gera, avstað mátti hann.
Tove sigur, at hon onkuntíð helt, at tað var so lætt hjá Sámal Jákupi. Men hon sær í dag, hvussu tungt tað lá á honum at vinna pening, so hann kundi lívbjarga teimum, og fáa teimum tak yvir høvdið.
Og raskur var hann, hesin ungi maður. Bert 22 ára gamal kundi hann bjóða Tove og tríára gomlu tríburunum í húsini á Flatabø, har tey búgva enn í dag.
Aftur á barnaheimið
Tá Tove og genturnar komu heim aftur til Føroya, fluttu tær fyrst inn til foreldrini hjá Sámal Jákupi í Vestmanna, Sufíu og Hannis, og búðu har eina tíð. Tá genturnar vóru um eitt ára aldur, fór hon á barnaheimið at arbeiða.
Genturnar vórðu tá innskrivaðar á barnaheimið. Tað var ein góð skipan, tí tað gav henni eina fríheit, tey tvey árini, til tey fluttu í húsini í Vestmanna.
- Hóast eg átti tríburar, so slapp eg at vera ung hesi tvey árini. Eg var hjá gentunum á barnaheiminum, sum jú var mítt heim. Men eg kundi altíð fara út, tá eg vildi. Hetta var gott fyri meg, og í so máta var eg heppin, sigur Tove.
- Tá eg sum 20 ára gomul tríbarnamamma flutti í egin hús, var tað ein stór avbjóðing fyri meg. Eg hevði ongantíð livað í einari vanligari familju, men var bara von við at liva í kollektiv, sigur hon.
Tá genturnar vóru 5 ára gamlar, fingu Tove og Sámal Jákup ein son, sum tey kallaðu upp eftir abbanum, Hannis.
Tók læraraútbúgving
Tá genturnar vóru um 12 ára aldur, fór Tove so smátt at hugsa um at fáa sær eina útbúgving. Sámal Jákup legði seg upp á land eini 7 ár. Og 38 ára gomul kundi Tove seta heitið, lærari, aftrat navni sínum.
Hon virkar nú sum lærari í Vestmanna skúla. Sámal Jákup siglir í løtuni sum stýrimaður við Vesturbúgvanum.
Tey eiga 5 ommu- og abbabørn.