Einki mál á Sandi

Tað var sum dagur og nátt, tá ið gongdin á Sandi í kvøld verður sammett við, tá ið Víkingur sunnudagin hevði vitjan av B71.

Sunnudagin fóru sandoyingar suður um Skopunarfjørð við 5-0 tapi.

Í kvøld fara víkingarnir í góðveðrinum norður um Skopunarfjørð við einum stigi.

Sandoyingar stóðu seg munandi betri, enn teir gjørdu sunnudagin, og málleysi javnleikurin ber við sær, at B71 tók seg eitt týdningarmikið stig frá botninum.

Víkingur megnaði illa at spæla seg til upplagdar møguleikar, meðan sandoyingar - serliga í 2. hálvleiki - fleiri ferðir høvdu møguleikar.

Eftir at hava tapt stórt tríggjar tær seinastu ferðirnar, løgdu sandoyingar stóran dent á at binda fyri í verjupartinum, og tað eydnaðist.

At sandoyingar hesa ferð vóru sinnaðir at stríðast fyri søkini sæst á kortunum. B71 spælarar sóu seks ferðir gula kortið, meðan eingin víkingur sá gult.

 

B71-Víkingur 0-0

Dómari: Lars Múller

B71: Predrag Markovic ? Bojan Zivic, Jóhannis Jensen, Allan Tungá, Tummas Clementsen ? Mikkjal Hentze , Danilo Kovasevic, Marko Stanic, Mikkjal Hentze, Mads Hentze (Ebbe Kristin Thomsen, 55.)? Thomas Hans Rubbeksen (Bogi Hermansen, 69.)

Gult kort: Mads Hentze, Thomas Hans Rubeksen, Tummas Clementsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Jóhannes Jensen

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclassen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Nenad Stankovic (Kaj Leo í Bartalsstovu, 65.), Sølvi Vatnhamar - Páll Klettskarð, Finnur Justinussen (Hjartvard Hansen, 90.)

Gult kort: eingin