– Vit halda fram við at samráðast við feløg, sum hava víst áhuga at flúgva til Føroya, men tað verður ikki í ár, at Atlantsflog fær kapping á føroyarutun.
At Atlantic Airways nú fer at flúgva til Aberdeen í Skotlandi fegnast flogvallarstjórin um, tí júst um hesa rutuna hava Vága Floghavn og Aberdeen Airport arbeitt miðvíst við í eini tvey ár.
– Tað er ongin ivi um, at tað er eftirspurningur frá vinnulívinum, lestrarlívinum og ikki minst ferðavinnuni um eitt samband alt árið ímillum Føroyar og grannan, sum bara liggur ein tíma sunnan fyri okkum. Samráðingar hava verið við bretskt flogfeløg, eitt nú British Midland Airways, BMI, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, við Sosialin í dag, sum hevur eitt stórt tema um nýggju strategiina hjá Atlantsflog.
– Nú er tað soleiðis, at Atlantic Airways konkret hevur meldað út, at teir fara at flúgva leiðina. Tað taka vit sum flogvøllur sjálvandi væl ímóti, og fara vit nú undir at vita, um grundarlag er hjá øðrum feløgum at knýta aðrar leiðir ímillum Føroyar og Bretland.
– Í øllum førum halda vit áfram við at samráðast við tey flogfeløg, ið hava víst áhuga fyri at stovna flogleiðir til Føroya, síðani vøllurin var longdur. Onki nýtt felag fer at flúgva fast á Føroyar í ár, men eg havi hampuligar væntanir fyri næsta ár, sigur flogvallarstjórin.
Hann vísir tó á, at alsamt fleiri flogfeløg javnan gera leigutúrar til Føroya nú samanborið við tíðina, áðrenn vøllurin varð longdur.