Einki prógv fyri at Diana bleiv fyribeind

Ein dómstólur í London staðfesti í dag, at tað finnast eingi prógv fyri, at Philip prinsur gav boð um at beina fyri Dianu prinsessu -Tað eru eingi prógv fyri, at hertogin av Edinburgh gav boð um at beina fyri Dianu, og tað finnast heldur eingi prógv fyri, at tað var bretska fregnartænastan, sum beindi fyri henni.

Tað var niðurstøðan hjá Scott Baker, dómara, sum teir seinastu seks mánaðirnar hevur hoyrt meiri enn 250 vitni siga sína hugsan um vanlukkuna, tá Diana prinsessa doyði.

Unnusti Dianu, egyptiski ríkmanssonurin Dodi al-Fayed, doyði eisini í vanlukkuni í París. Pápi hansara, Mohammed al-Fayed, heldur uppá, at tey bæði blivu fyribeind, og at tað var bretska kongshúsið ella Philip prinsur, sum stóð aftanfyri.