07 Vestur hevur tapt níggju dystir á rað, og teir eru isoleraðir í botninum í betrideildini við bert einum stigi.
0-3 ósigurin ímóti Suðringum á heimavølli í dag merkir, at 07 Vestur hevur níggju stig upp til bjargingina.
Jón Krosslá Poulsen hjá 07 Vestur staðfestir, at einki riggar hjá 07 Vestur, og tá liðið eisini fær eitt ivasamt brotsspark dømt ímóti sær, og hartil ger eitt sjálvmál so sigur tað alt um ringu gongdina.
Jón Krosslá Poulsen ásannar, at nú má okkurt til at henda, og nú skulu sigrar til um 07 Vestur skal halda lív í betrideildartilveruni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER