Tað var skjótt greitt, at tað vóru vestmenningar, sum ætlaðu sær at vinna dystin móti grannunum úr Kollafirði sunnudagin.
Fyrsta korterið ella so nýttu vestmenningarnir til at vinna sær eina hampuliga trygga leiðslu, og restina av dystinum syrgdu teir bert fyri at halda hesa.
Verjan riggaði
Eftir dystin helt venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, at orsøkin til sigurin fyrst og fremst var tann, at verjuparturin riggaði, sum hann skuldi.
Hetta gav eisini rúmd fyri fleiri skjótálopum, og venjarin helt, at um úrtøkan úr hesum hevði verið betri, kundi sigurin ivaleyst verið enn tryggari, enn tey átta málini, sum talan at enda gjørdist um.
Annars var tað serliga Ingi Olsen, sum hevði ein góðan dag skilst á lagnum. Umframt at sín part av málunum, átti hann eisini lut í fleiri øðrum av vestmannamálunum, einki er at taka seg aftur í, at hann eins og vanligt fer at verða ein týðandi lutur í VÍF royndunum at ogna sær gullið, sum var so nær undanfarna kappingarár.
Størri hóttan
Hjá kollfirðingum var tað serliga nýggi leikarin, Tomic Duric, sum sum gjørdi um seg, men umframt sterka útlendska styrkin, er nógv annað, sum bendir á, at KÍF í ár kann standa seg væl betri, enn teir gjørdu í fjør.
Eddie Joensen er nevnliga aftur at síggja á liðnum í ár, og saman við Tomic kann hann ivaleyst gera sítt til, at KÌF eisini hevur nakað av bakspæli at líta á. Hetta manglaði í ólukku mát í fjør, kemur á glið á skjótingina hjá teimum, eigur hetta eisini at geva rúmari ræsur hjá hinum leikarunum, sum aloftast høvdu tað ov trongt í fjør, tí flestu liðini kundu bremsa kollfirðingum, um bara verjan lá nóg fløt
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Tomic Duric 6 (3), Vagnur Johannesen 5, Petur Martin Johansen 4, Petur Martin Poulsen 2, Fríðrik Joensen 2, Eddie Joensen 1, Regin Petersen 1
VÍF:
Áki Olsen 8 (1), Martin Hmmeland 6, Ingi Olsen 5 (1), Sámal Joensen 3 (1), Rógvi Nielsen 3, Sjúrður Holm 1, Agnar Joensen 1, John Zachariasen 1
Brotskøst:
KÌF 3, VÍF 5
Útvísingar:
KÍF 4, VÍF 2
Dómarar úr StÍF:
Poli Hansen og Justines Justinussen