Ein gjøgnumgongd, sum Skúlablaðið hevur gjørt av Fíggjarlógini seinastu árini vísir, at einki samband er millum, hvussu nógvir næmingar eru í føroyska fólkaskúlanum og hvussu nógvir lærarar starvast á skúlunum.
Í eini grein í Skúlablaðnum verður víst á, at hóast næmingatalið minkaði úr 7.610 næmingum í 2002 til 6.865 næmingar í 2010, so vaks talið á fulltíðarstørvum í fólkaskúlanum úr 655 til 769 sama tíðarskeið.
Í tíðarskeiðnum 2010 til 2018 stendur næmingatalið at kalla í stað, men serliga frá 2010 til 2014 minkar læraratalið munandi. Frá 769 lærarum í 2010 til 690 í 2014. Síðan er læraratalið kvinkað spakuliga uppeftir til 721 í 2018.
- Framvegis eru um hálvthundrað lærarar færri í fólkaskúlanum í dag enn tey vóru í 2010. Um somu tíð eru fleiri uppgávur komnar inn í fólkaskúlan sum serútbúnir lærarar røkja, t.d. lesivegleiðarar, AKT-lærarar, orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar, umframt at verandi serlærarar eru settir sum leiðarar í førleikastovunum. Leysliga mett svara hesi serøkini til eini 25 størv í fólkaskúlanum, skrivar Skúlablaðið.
- Samanumtikið kann sigast, at tað er einki samband millum næminga- og læraratal, og hóast fólkaskúlin er blivin alt meira fjøltáttaður, sæst hetta heldur ikki aftur í tølunum. Nakni sannleikin er, at tað er fíggjarlógin og ikki skúlapolitikkur, sum myndar fólkaskúlan. Tað er vert at hava í huga, nú ætlanir eru um at lækka bæði undirvísingartímatal og skúladagatal, skrivar Skúlablaðið.