Einki serligt rakstrarveður

Eitt lágtrýst eystan fyri Ísland fer í ein eystan og landnyrðing. Ein kuldabrúg haðani fer framvið Føroyum í morgun av útnyrðingi og síðani kemur kaldari luft og okkurt æl. Sunnunáttina fer eitt brúgvalag framvið av vestri, undan einum ráki av útsynningi við ælaveðri. Seint týsdagin ella tíðliga mikudagin fer eitt lágtrýst framvið millum Føroyar og Ísland av útsynningi, stundum við regni ella ælaveðri. Síðst í vikuni kemur kanska eitt nýtt brúgvalag inn yvir Føroyar av suðri.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum fer í ein útnyrðing og seinnapartin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Út á náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og ælaveður, men sum frá líður sólglottar og okkurt æl. Um kvøldið yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin millum 6 og 8 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum fer í ein útsynning, 3 til 7 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um náttina eitt skfiti stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og um náttina regn. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Um morgunin snarar hann vindin í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Tað klárar sum frá líður í og sólin sær, tó okkurt æl. Mánanáttina øtlar hann aftur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s, sum um kvøldið makar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 4 til 9 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m7s, sum seinnapartin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, seinni eitt skifti regn, um náttina samdrigið og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin spakuliga makar í lot til andøvsgul av suðri, 4 til 9 m/s, um náttina snarar hann í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl, um náttina skýggjað og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.