Latið okkum bara gera Føroyar til eina almannastovu við okkurt um 70.000 klientum, ella viðskiftafólkum fyri at vera politiskt korrektur í orðavavstrinum.
Eina almannastova fyri allar føroyingar í Føroyum og fyri allar føroyingar í Danmark og í øðrum londum.
Tí alt eigur ikki at kosta, og als ikki so nógv sum alt kostar í Føroyum. Einki skal kosta. Tað er nógv lættari hjá okkum øllum.
Vit skulu bara venja okkum við tað.
Tað kostar til dømis einki at koyra í bussunum í Havn og øllum býlingunum í Havn. Men kortini hevur hvørt húsarhald tveir bilar, ella líka nógvar bilar sum børn eru í húsunum. Og teir kosta, bilarnir. Bensin kostar, diesel kostar nú líka so nógv. Hví skal ein bilur kosta pengar, tá tað er ókeypis at koyra í bussi? Nei, almannastovan Føroyar letur ókeypis bilar til øll og bensinkort so leingi, koyrikortið er galdandi.
Alt kostar, tí rakstur kostar. Men hvat er rakstur? Rakstur er at krevja inn pengar, senda rykkjarar, gjalda sakførarum fyri innheinting og so afturat øllum tí at umsita allar pengarnar, sum verða kravdir. Tá alt verður ókeypis, slepst undan øllum hesum roksinum, arbeiðinum og útreiðslunum. Tí kann alt verða ókeypis.
Einki skal kosta. Tað er bara ein gamal vani og eitt konservativt kapitalistiskt fornminni, at alt skal kosta. At alt skal kosta alt ov nógv, so onkur drekkur róman, áðrenn hann súrnar.
Tá tað verður ókeypis at flúgva úr Danmark til Føroya, koma allir føroyingarnir í Danmark heim aftur. Landskassin rindar avgjaldið til flogvøllin í Kastrup og sjálvandi eisini hýruvognin út í Kastrup.
Men hvør skal so gjalda munin millum spardan rakstur og kostnaðin, sum tá er eftir? Danmark sjálvandi. Vit gerast øll klientar hjá Danmark. 70.000 fyritíðarpensjónistar hjá almannastovuni Føroyum, sum fær pengar frá Danmark at geva føroyingum.
Danir vilja gjarna gjalda. Gamaní verður onkur útspillingin í Ekstrablaðnum vikurnar aftaná, men vit hava breiðan rygg, vit føroyingar, so tað lata vit bara fara aftur við bakborðinum.
Danska stjórnin og fólkatingið vilja ikki hava sitandi á sær, at tey eru kúgarar og danafanar.
Eitt annað er so tað, um vit kunnu vænta, at fólk, sum búgva í londum, har sum ikki eru stormur og regn ella kavi hvønn einasta dag, hava hug at flyta heim til ókeypis kalt vatn, ókeypis busskoyring, ókeypis ruskkoyring, turt tvøst og alt hitt, sum verður ókeypis, ongan ognarskatt, súmbolskan arvaskatt, flatskatt.
Tí veðrið í Føroyum er gudgivið, so tað eiga vit ikki at broyta.
Tað er eisini spell, at so fá brúka tær dýru íløgurnar, sum millumoyggjatunlarnir eru. Tí eiga tey, sum koyra í teimum, at fáa pengar hvørja ferð. Og fyri hvørjar tíggju ferðir fáa tey eitt gávukort til SMS (í Havn).
Várið er sum jólini. Øll fara at tosa um várið nakrar mánaðir, áðrenn tað kemur. Sær sólin í hálvan triðja minutt fyrst í mars, ja, so er várið so sanniliga komið og hvat er tað ikki undurfult, at sólin skínur....skein.
Tjaldrið fekk ikki sett seg fyri síðuvindi og ringum sýni og klaka á veingjunum. Og teldan hjá Statens Luftfartsvæsen segði kortanei. Tjaldrið bíðar í Bergen.
Fyri tað, um fjøldin er býtt, kunnu politikarar saktans vera gløggir.
Og hvør er so munurin á einum pessimisti og einum optimisti?
Optimisturin tosar um seinna heimsbardaga, pessimisturin um annan heimsbardaga.
Takk fyri heiðurin, tit, sum hetta tímdu at lesa.