Einki stórkeyp í Liverpool

Hvørki Kylian Mbappé ella Jadon Sancho eru á veg til Liverpool

Liverpool liggur í løtuni greitt á odda í Premier League, og er komið víðari til endaspælið í Champions League, umfarmt at eitt lið av ungdóms- og eykaspælarunum vann felagið víðari í FA Cup um vikuskiftið. Nógvu dystirnir hava sett síni spor og spælarar sum Fabinho, Dejan Lovren, Joel Matip, Naby Keita, Xherdan Shaqiri og nú James Milner eru allir skaddir.

Liverpool hevur ikki brúkt nógvar pengar upp á spælarar seinastu tvey árini, men tað er ikki líkt til at tað verður broytt, hóast hópurin er kroystur í løtuni. Millum annað hevur felagið verið sett í samband við fronsku heimsstjørnuna, Kylian Mbappé úr PSG, og evnaríka onglendingin í Borussia Dortmund, Jadon Sancho.

Báðir høvdu kosta fleiri hundrað milliónir krónur, men The Athletic skrivar at mann í Liverpool er væl nøgdur við fyrsta dystin hjá japanska Takumi Minamino, sum var móti Everton. Hann er keyptur fyri áleið 70 milliónir krónur úr Red Bull Salzburg.

##med2##

The Atletic, sum hevur góðar keldur í Liverpool, heldur fyri at tað verða slíkar avtalur, ið viðhaldsfólkini hjá Liverpool skulu rokna við í næstum. Spælarar, sum er í bíligara endanum, men ikki eru heilt floygdir enn.

Søgan við Kylian Mbappé stavar frá at Liverpool nú fær Nike sum klædnastuðul. Tað hava verið søgur um, at Liverpool ætlar at kunngera eitt stórt navn, tá avtalan við Nike kemur í brúk við kappingarenda. Tað er tó órealistiskt at Liverpool megnar at keypa Kylian Mbappé leysan úr nýríka Paris Saint Germain.

##med3##

Jadon Sancho er hinvegin settur í samband við flest øll stórfeløgini í Onglandi. Hann var í einum flokki fyri seg, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum luttók í EM-endaspælinum í Kroatia í 2017. Hann bleiv valdur til besta spælaran í kappingini.

Hann skifti stutt eftir frá Manchester City til týska Borussia Dortmund, sum hevur ment nógvar spælarar í seinastuni. Hann er onglendingur og tað plagar at leggja nakrar milliónir afturat prísinum, tá feløg úr Premier League skulu keypa.