Einki stig til toppin

Tveir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini vóru á skránni Kristi himmalsferðardag. Skála og FC Suðuroy, sum hava runnið aftaná B68 í royndini at vinna seg fram á uppflytingarpláss, vóru bæði á útivølli, og tað skarst ikki væl – hvørki hjá Skála ella FC Suðuroy.

 

Teir næstbestu hjá B36 vóru vertir fyri FC Suðuroy, og tað var ikki eiti, sum teir í árstalsfelagnum spílaðu seg út. B36 vann 5-1, eftir at hálvleiksstøðan var 3-1. Merkisvert var tað, at allir málskjúttarnir hjá heimaliðnum eru av unga ættarliðnum, sum er um at bjóða seg fram í kappingini um plássini á besta liðnum.

 

Skálamenn vitjaðu teir næstbestu í Víkingi, og eisini í hesi uppgerðini noyddust gestirnir krøktir til hús aftur. Víkingur vann 2-0. Fyrra málið skoraði heimaliðið beinanvegin, og so reið tað leingi um snarið, men lítla løtu undan leikloki varð sigurin staðfestur.

Úrslitini bera við sær, at tað nú eru seks stig frá B68 og aftur til næstu avbjóðararnar í kappingini um uppflyting.

 

1. deild

B36-FC Suðuroy 5-1 (3-1)

1-0: Robert Heðin Brockie 13.

2-0: Tóki á Lofti 29.

3-0: Tóki á Lofti 30.

3-1: Teitur Tausen 32.

4-1: Sandri Færø 75.

5-1: Rúni Høgnesen 90.+1.

 

Víkingur-Skála 2-0 (1-0)

1-0: Jan Poulsen 8.

2-0: Per Gregersen 89.

www.faroesoccer.com

 

Støðan eftir 8 umfør

B68 20 stig

HB 16 stig

Skála 13 stig

FC Suðuroy 13 stig

B36 11 stig

KÍ 10 stig

Víkingur 10 stig

TB 10 stig

EB/Streymur 6 stig

B71 4 stig

 

9. umfar

Leygardagin 11. mai

B68-B71

HB-KÍ

Sunnudagin 12. mai

FC Suðuroy-Víkingur

TB-B36

Skála-EB/Streymur