Einki uttanumtos!

Størsti trupulleikin vit hava at dragast við í Føroyum í dag er politiskur, ikki búskaparligur.

 

Fyrst í 90?unum var hann búskaparligur. Men eftir kreppuna er búskapurin komin fyri seg á einum nýggjum og haldbærum grundarlagi.

Fíggjarstýringin hjá sitandi landsstýri hevur á hesum búskaparliga grundarlagi vent tí vanliga undirskotinum í landskassanum til yvirskot.

Hóast hendan glottan seinastu fýra árini, er langt á mál, áðrenn vit kunnu siga, at vit politiskt eru komin eins langt eftir kreppuna, sum vit hóast alt eru búskaparliga.

Nøkur dømi um hetta finna í Javnaðarflokkinum.

Í februar í ár arbeiddi javnaðarflokkurin fyri, at tað almenna skuldi seta 25 milliónir í partapeningi í Smyril Line.

Í september ljóðaði av landsfundinum í Vestmanna, at skuldi flokkurin kunna halda síni vallyfti, var neyðugt at biðja um øktan blokkstuðul úr Danmark.

Fyrst í november avdúkaði ein av tingmonnunum hjá javnaðarflokkinum sína hugsan á vinnuliga økinum, við at skýra ta so avgjørt mennandi »avmonopoliseringina« av føroyska vinnulívinum - sum eitt nú avtøkan av telemonopolinum er eitt dømi um ? fyri »sjónleik« og »tragikomik«.

Hesi dømi vísa, hvussu skjótt positiva tilgongdin kann fara fyri bakka. Hvussu skjótt vit aftur kunnu enda í almennum loftingarpolitikki, aftur í almennu monopoltíðini og í bindingini til danskar veitingar, um vit ikki varða okkum.

Nei, stóri trupulleikin í føroyska samfelagnum er ikki búskaparligur, sosialur ella mentannarligur.

Hann er framvegis politiskur og avgerandi er, at hann alla tíðina verður nørdur av spekulatiónum í donskum pengum.

Júst hesin politiskt-búskaparligi leiklutur, sum eitt nú javnaðarmenn lata donsku veitingarnar hava, ger tað alneyðugt at knýta ein greiðan politik í Føroyum saman umboðanina á fólkatingi.

Tí fer tjóðveldisflokkurin niður á fólkating uttanumtos: vælferðin í Føroyum skal byggja á einar sjálvberandi og samhaldsfastar Føroyar ? og ikki á danskar pengar. Vit vilja samstarv, men á jøvnum føti.

Búskaparligi leikurin í talvinum er fluttur. Við tjóðveldisflokkinum taka vit eisini politiska leikin.

Uttanumtos verður tað sjálvbjargni og samhaldsfesti, sum byggir hetta land og skapar virðing altjóða - og har í millum í danska fólkatinginum.