Einki verkfall á hesum sinni heldur

Tíðliga leygarmorgunin eydnaðist tað semingsmonnunum at fáa semju millum partarnar í fíggjarheiminum. Úrslitið var ein nýggjur tvey ára sáttmáli, sum samanlagt kostar fíggjarstovnunum 6,5 prosent

Tað var um reppið, at fyrsta verkfallið í fíggjarheiminum í øllum kongaríkinum, skuldi síggja dagsins ljós í Føroyum, men tá samanumkom eydnaðist tað semingsmonnunum at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan tvey ára sáttmála.

Nýggi sáttmálin ber við sær, at starvsfólkini í bankanum fáa 5,6 prosent meir í lønarposarnar tey næstu tvey árini.

Harafturat fáa starvsfólkini í fíggjarheiminum 3,5 frídagar afturat, soleiðis at samlaða kostnaðurin av nýggja sáttmálanum gerst 6,5 prosent.

Samráðingarnar hesaferð gjørdust rættiliga drúgvar og sum sagt var tað um reppið, at tað endaði við verkfalli.

Starvsfólkini í peningastovnunum skulu geva tvær vekfalsfráboðanir áðrenn farast kann í verkfall og veruleikin var tann, at seinna fráboðanin var givin og verkfall skuldi byrja á midnátt í gjárkvøldið um eingin semja fekst.

Men semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen fingu so partarnar at semjast áðrenn tað endaði heilt galið.


Nøgdur - og tó

Ragnar Olsen, frá Finansforbundet, sum umboðar starvsfólki í Føroya Banka sigur við Sosialin, at hann er nøgdur við semjuna, hóast hon ikki er so góð sum feløgini vildu hava hana.

? Men soleiðis er tað nú, tá semingsstovnurin kemur upp í samráðingarnar. Tá verður initiativið tikið frá okkum, sum hava samráðst og semingsmenninir taka yvir, og tá so er ber illa til at ávirka gongdina, sigur Ragnar Olsen.

Men kortini er hann nøgdur við úrslitið. Lønarparturin gjørdist 5,6 prosent og við teimum 3,5 frídøgunum, sum tað eydnaðist at fáa við í nýggja sáttmálan var samlaða úrslitið 6,5 prosent yvir tvey ár.

? Frídagarnir vóru okkara kardinalpunkt. Vit høvdu kannað frammanundan hvørji ynski limir okkara høvdu, og tað vísti seg, at tey flestu vildu hava fleiri frídagar, og tí var tað ótrúliga týdningarmikið, at vit fingu tann partin í sáttmálan, sigur Ragnar Olsen


Kanska eitt fak?

felag í framtíðini

Hesar samráðingarnar vóru tær fyrstu, har fakfeløgini í fíggjarheiminum samráddust saman.

Arbeiðsgevararnir hava gjørt eitt felag, sum samráðist fyri teir allar, og tí vóru samráðingarnar lagdar í einum. Men tað merkti at tey trý fakfeløgini í fíggjarheiminum skuldu samráðast saman, og tað høvdu tey ongantíð gjørt áður.

Ragnar Olsen heldur kortini at tað gekk framúr væl.

? Tað vil altíð verða so tá trý feløg samráðast saman, at tað koma tvístøður í, og okkara samráðingar vóru einki øðrvísi í so máta, men vit fingu arbeitt okkum burturúr teimum tvístøðunum. Tað stutta av tí langa haldi eg er, at samarbeiði var ótrúliga gott.

Men tá arbeiðsgevararnir hava gjørt eitt Arbeiðsgevarafelag, merkir tað so, at tit skulu gera tykkara samanlagda felag?

? Tað dugi eg ikki at siga enn. Arbeiðsgevararnir skunda í hvussu er undir, at vit gera okkara egna felag, og tí gerast vit kanska eyka varin, men nú tá teir hava eitt felag, er tíðin kanska komin, at vit kanna møguleikan at leggja saman í eitt felag. Tað ber tó í dag ikki til at siga nakað um hetta enn.


Ynskini nógv

fleiri enn úrslitið

Tað sigur seg sjálvt, at tá farið verður til samráðingar eru krøvini ofta mong. Men úrslitið er sjáldan at tey øll verða gingin á møti.

Soleiðis var eisini í hesum føri.

Ragnar Olsen sigur, at tey trý feløgini høvdu okkurt um hundrað felags krøv til Arbeiðsgevarafelagið, men tá til stykkis kom, vóru bara trý ella fýra av teimum við í tí endaliga sáttmálanum.

? Men soleiðis er tað tá samrátt verður, og tað mugu vit góðtaka.

? Eg haldi tað hevði stóran týdning, at fáa lønarprosentið upp frá teimum 4, sum stovnarnir høvdu læst seg á, upp til 5,6, sum tann endaligi sáttmálin sigur. Samstundis komu teir frídagarnir uppí, sum alt í alt gera sáttmálan eitt sindur átiligan, sigur Ragnar Olsen, at enda


Arbeiðgevararnir

eisini nøgdir

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka og formaður í Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at teir sum so eru nøgdir við úrslitið um hugt verður eftir hvussu restin av samráðingunum á arbeiðsmarknaðinum endaðu.

? Men tað er okkara niðurstøða, at hesar samráðingarnar sum heild gjørdust ov dýrar fyri føroyskan búskap, og kanska serliga tá vit hava broytingarnar í samfelagnum í huga, sigur Jørn Astrup Hansen.

Arbeiðsgevararnir vóru tó greiðir yvir, at tað neyvan fór at eydnast at fáa eina samlaða lønarhækking, sum var minni enn tey 6,5 prosentini. Tí gjørdu teir av fyri einum mánað síðani at bjóðað starvsfólkunum hesa lønarhækkan, men tá tóku feløgini ikki av. Og tað hevði við sær, at hótt var við verkfallið og tísum hoyrir til.

? Men nú sáttmálin er undirskrivaður kostar hann Føroya Banka 6,56 prosent, og tað merkir, at vit hava stríðst í langa tíð fyri so lítið, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hann leggur afturat at 6,56 er tað, sum sáttmálin kostar Føroya Banka, men hann er eitt sindur dýrari hjá onkrum av hinum arbeiðsgevarunum.

Tað stutta av tí langa er so tað, at samráðingarnar endaðu við semju og uttan at føroyski fíggjarheimurin skuldi leggja rygg til, at fyrsta verkfallið í kongaríkinum sá dagsins ljós í Føroyum.