Einki verkfall í ár

- Vit fara at kunna okkara limir um støðuna, og annars verður jólafriður hildin, sigur Maud Wang Hansen, eftir at semingsmenninir hava blakað frá sær

Hóast semingsroyndirnar millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin eru endaðar úrslitaleysar, so verður ikki verkfall. Í hvussu er ikki enn.

 

- Nei, nú verður jólafriður í menniskjum góður tokki, sigur Maud Wang Hansen.

 

Forkvinnan í Pedagogfelagnum fer í morgin at kunna sínar umleið 2000 limir um støðuna og hvat skilir partarnar, eftir at semingsmenninir hava tveitt handklæðið í ringin.

 

Les eisini: Semingsmenninir hava kastað frá sær

 

Tað eru nú tvær vikur, síðani semingsmenninir vóru boðsendir, hóast partarnir tá at kalla vóru komnir á mál. Sambært Pedagogfelagnum tók ósemja segr knappliga upp um útrokningarnar í samband við at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum, í staðin fyri at rokna tær í prosentum av lønini.

 

Nú, tvær vikur seinni, tveita semingsmenninir sum nevnt handklæðið í ringin.

 

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at sera lítið er á borðinum at samráðast um. Men vit hava tó nøkur prinsipp, ið vit halda fast um, sigur Maud Wang Hansen.

 

Forkvinnan í Pedagogfelagnum hevur í fleiri førum eftirlýst og tosað hart fyri at arbeiðið hjá hennara limum fær hægri virðing í samfelagnum og at hetta eisini sæst aftur í eini veruligari lønarhækkin. Men tann eftirlýsingin er send út í tóman heim.

 

- Ja, eg má bara ásanna, at politiska skipanin hevur ongan áhuga í at lyfta lønina fyri námsfrøðiliga arbeiðið hægri upp, sigur Maud Wang Hansen og heldur fram:

 

- Bæði landsstýrið og kommunurnar siga seg annars arbeiða við at fáa fólk at støðast í hesum landinum, eitt nú vit stóra átakinum ”vit velja Føroyar.” Men hetta er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri okkara fak, sum verður munandi verri lønt her í Føroyum enn í okkara grannalondum, sigur Maud Wang Hansen.

 

Nú semingsmenninir hava blakað frá sær er einki samband millum partarnar. Og tað verður tað neyvan heldur fyri nýggjár.

 

- Nei, vit taka so ikki nakað initiativ enn. Nú kunna vit okkara limir og halda so jólafrið, sigur Maud Wang Hansen.

 

Les eisini: Semingsmenninir hava kastað frá sær