Betri kor hjá børnum og barnafamiljum. Bíligari mjólk og skúlamat. Tað treyt ikki við góðum vallyftum til føroysku familjurnar í valskrá Javnaðarfloksins undan løgtingsvalinum í ár.
Í vikuni kunngjørdi Sosialurin eina kanning av støðuni hjá einligum mammum í Havn, og talan er um alt annað enn eina sólskinssøgu.
Einligu mammurnar vóru so illa sperdar, at tær høvdu ongan pening til at rinda sjónvarp- og útvarpsgjald. Fleiri teirra vóru noyddar at útseta rokningar fyri at hava pening til føðingardagar og konfirmasjónir. Einligu mammurnar kendu seg í fleiri førum noyddar at yvirdraga kontuna hvønn mánað, tí tær fingu ikki endarnar at røkka saman. Síðan februar mánað hevur Javnaðarflokkurin umsitið almannaøkið, og vit hava tí spurt landsstýrismannin, Hans Paula Strøm, um hvørji átøk, hann ætlar at gera fyri einligu mammunum í Føroyum.
Skipanir vanta
Landsstýrismaðurin í almannamálum dylir ikki fyri, at fremsta orsøkin til, at føroysku mammurnar hava tað torførari enn einligu mammurnar í okkara grannalondum er, at føroyska almannaverkið ikki kann bjóða somu endurgjaldsskipanir sum eitt nú danska almannaverkið.
Hans Pauli Strøm vísir á, at føroyska forsorgarveitingin stendur fult í mát við veitingarnar í øðrum Norðanlondum, men trupulleikin hjá einligu mammunum eru høgu útreiðslurnar.
-Ein høvuðstrupulleiki er eisini, at vit løtuni ikki hava nakrar sonevndar endurgjaldsskipanir, sum øll okkara grannalond hava. Her hugsi eg um bústaðartrygging(boligsikring, blðm), familjuveitingar(barnakekk, blðm) og systknafrádrátt, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum.
Hann greiðir frá, at bústaðartryggingin er ein frálík skipan, men hon er nyttuleys í Føroyum í løtuni.
-Í løtuni er bústaðarmarknaðurin í Føroyum fullkomiliga óskipaður. Vit arbeiða í løtuni bæði við at útvega fleiri bústaðarmøguleikar og nýggjari skattalóg fyri útleigan, sum skal linka trýstið á bústaðarmarknaðinum. Áðrenn hetta arbeiðið er liðugt, ber ikki til at seta eina bústaðartrygging í verk, tí so endar allur peningurin í lummunum á útleigaranum, og tað er ikki júst endamálið, sigur Hans Pauli Strøm.
Í aðru røð
Tað er einki dulsmál, at skipanir sum bústaðartrygging, familjuveitingar og systknafrádráttur eru kostnaðarmiklar, og tí er væl hugsandi, at fleiri pengar skulu setast av á fíggjarlógini, um slíkar skipanir skulu setast í verk. Hesum er landsstýrismaðurin fullgreiðir yvir.
-Fíggjarorkan er ikki í løtuni til at seta hesar skipanir í verk, og tí eri eg noyddur at raðfesta eldraøkið, sinnisveik, minnisveik fremst, og so mugu nýggju skipanirnar koma í aðru røð. Kortini má eg sláa fast, at tað er ein greiður langtíðarmálsetningur hjá mær at seta bústaðartrygging og familjuveiting í verk, men í løtuni er also ikki fíggjarorka til skipanirnar, vísir Hans Pauli Strøm á.