Eins stórur og heimsmetið...

Hemarin, sum Alfred Eliasen í Leirvík fekk undir Kalsoyarlandinum, er líka stórur, sum tann størsti hemarin, ið nakrantíð er fingið á tráðu yvirhøvur

Magni Blástein, sum stendur aftanfyri kappingina at veiða hemara, Shark Atlantic, sigur, at hemarin, sum leirvíkingurin, Alfred Eliasen, herfyri fekk undir Kalsoyarlandinum, er líka stórur, sum hemarin, ið eigur heimsmetið í stødd.
- Tað er spell, at Alfred ikki fekk hendan hemaran á tráðu í staðin fyri á línu. So, hevði júst hesin fiskurin staðið undir liðini á heimsmetinum, ið er 229 kilo.
Hemarin, sum vit síggja á myndini, og sum leirvíkingurin fekk umborð á báti sínum, Beinta, vigaði júst 229 kilo, ókruvdur.
Størsti hemarin, sum seinastu tríggjar vetrarnar er veiddur í Shark Atlantic, vigaði 194 kilo.
Men í gjár fekk so danin, Henrik Hansen (sí grein omanfyri) ein hemara, sum vigaði 222 kilo.
- Tað eru bara teir fiskarnir, ið verða veiddir við tráðu, sum telja við, sigur Magni Blástein