Einvegis ferðsla í Gundadali

Tað var stórur munur á liðunum báðum, tá ið HB og B68 hittust í Gundadali leygardagin. Havnarliðið hevði yvirvág allan dyst, og toftamenn vóru ógvuliga sjáldsamir gestir í brotsteiginum hjá HB

Undan dystinum leygardagin fekk liðskiparin hjá HB, Rùni Nolsøe, handaðar blómur, tí at hann leikti sín dyst nummar 300 á besta liðnum hjá føroyameistarunum. Harvið hevur Rúni dystarmet í havnarfelagnum, og tað er einki minni enn eitt bragd, tá ið havt verður í huga, at Rúni spældi fleiri ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum VB, áðrenn hann skifti til HB.

Skotvenjing
Beint tá ið dysturin varð settur í gongd, bleiv ein langur bóltur sparkaður fram móti málteiginum hjá HB, men verjan hjá heimaliðnum fekk blokerað skotroyndini. Hetta vísti seg at vera einastu ferð, at toftamenn vóru á vitjan framman fyri málinum hjá HB-málverjanum, Pól Næss Joensen, í fyrra hálvleiki, meðan starvsfelagi hansara í hinum endanum, Mortan Hansen, hevði úr at gera.
Álopini skolaðu oman móti málinum hjá B68, og serliga var tað vinstra síða hjá HB við Heðini á Lakjuni á odda, sum var ein støðug hóttan. Toftamenn hinvegin fingu einki at hanga saman hjá sær, og teir báðir miðverjarnir hjá B68 Jákup Eli Olsen og Herbert í Lon Jacobsen vóru alt ov ofta svíktir av miðvøllinum, tá ið HB fór í álop.
Áskoðarafjøldin, sum ikki var serliga stór, sat bara og bíðaði eftir fyrsta málinum til heimaliðið, og tað kom, tá ið eitt gott korter var leikt. Ein langur bóltur verður sendur úr verjuni hjá HB niðan í álopið, og á brotsteigarmarkinum leggur Heine Fernandez bóltin við bringuni niður fyri føturnar á Rógva Jacobsen, sum langar bóltin í kassan til 1-0. Bert fáa minuttir seinni var býtt um upp á leiklutirnar, tí tá legði Rógvi ein bóltur inn fyri úr vinstru, sum Heine sendi í netið til 2-0. Sjey minuttir seinni gjørdist tað 3-0, tá ið besti maður á vøllinum, Kári Nielsen, sendi eitt brakandi langskot úr 30 metrum í mál. Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik kom so hæddarpunktið hjá HB-leikarunum, tí tá skeyt Janus Joensen eitt langskot, sum snittaði ein toftamann, í mál, og hetta var fyrsta málið hjá Janusi í hansara 103 dystum á besta liðnum hjá HB.
Hálvleiksstøðan var 4-0 til HB, og hetta var ikki eitt mál ov lítið, tí talan hevði allar 45 minuttirnar verið um spæl upp á eitt mál. B68 hevði als einki víst, og tað man verða langt síðani, at eitt so tamt lið av Toftum hevur verið á vitjan í Gundadali.

Tamur seinni hálvleikur
Eftir steðgin lækkaði leikferðin munandi. Tað sást týðuliga, at heimaliðið fyrst og fremst hugsaði um at sleppa undan skaðum og leikbannum til komandi landskappingardyst, sum verður ímóti arvafíggindunum úr B36 komandi sunnudag. Av somu orsøk slapp B68 eisini at flyta seg eitt sindur longur fram á vøllin, og tá ið eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki fingu teir pyntað um støðuna. Eitt mistak í verjuni hjá HB førdi við sær, at liðskiparin hjá B68, Øssur Hansen, slapp leysur, og tá ið Pól kom út ímóti honum, lobbaði Øssur bóltin hegnisliga upp um Pól og í málið.
Hetta gav tó ikki nakran spenning í dystin, og longu tveir minuttir seinni økti HB aftur. Eftir eitt hornaspark var dømt fyri brotssparki til heimaliðið, hóast tað var eitt sindur trupult at fáa eyga á av áskoðaraplássunum, og tað sendi Vagnur Mortensen trygt í mál. Føroyameistararnir fingu tvinni mál afturat í dystinum, sum Rókur Jespersen og Heine Fernandez skoraðu.
Eftir dystin kann staðfestast, at B68 av álvara líkist einum niðurflytara, tí tað er sera trupult at fáa eyga á, hvussu teir kunnu bjarga sær tey neyðugu stigini í bestu deildini. Stóra útskiftingin í hópinum í ár í mun til í fjør er ógvuliga sjónlig, og missurin av leikarum sum Fróða Benjaminsen, Hans Fróða Hansen, Jann Inga Petersen og John Hera Dam er helst ov stórur, serliga tá ið havt verður í huga, at tað ikki hevur eydnast at útvega eins sterkar avloysarar. Serliga er tað á miðvøllinum, at saknurin er stórur í Fróða og Jann Inga, og tað er kanska eitt sindur undrunarvert, at veteranurin Øssur Hansen er fluttur av sínum vanliga plássi á miðvøllinum niðan í álopið, tá ið nú manningin á miðjuni er so tunn.
HB tykist hinvegin at verða komið fyri seg eftir trilvandi byrjanina upp á kappingarárið, og liðið sær út til at gerast sterkari fyri hvønn dyst, sum fer aftur um bak. Hvussu sterkir teir í veruleikanum eru, fæst óivað greiði á, tá ið teir komandi sunnudagin skulu spæla grannauppgerð ímóti B36.