Hoydalar: - Bíða mær eitt sindur. Eg skal líka fara eftir orðabókini í telduni!
Teir báðir 17 ára gomlu brøðurnir, Johan og Ásbjørn, hava frá blaðmanninum fingu eina uppgávu. Teir skulu skriva á sponskum, at teir eru sera fegnir um tann góða karakterin teir júst hava fingið í hesi lærugreinini.
Eitt 13-tal í part í sponskum í Hoydølum í árskarakteri er jú ikki hvat sum helst!
Ásbjørn setur seg beinanvegin at skriva niður, men steðgar so á, tí hann minnist ikki rættiliga, hvussu tað eina orðið skal stavast. Hann biður bróðurin fara inn í kamarið eftir teirri teldutøku orðabókini, soleiðis at setningurin kann verða rætt endurgivin her í blaðnum.
Eftir stuttari løtu er teldan tendrað og hann hevur funnið fram til orðið, sum soleiðis ? eftir blaðmansins høvdi ? verður rætt endurgivið her.
"Estamos felicies y muy contentos con estas notas!", ljóðar setningurin á sponskum, og á góðum føroyskum: "Vit eru sera nøgdir við hesar karakterirnar".
Fylgst á leið
Júst henda mannagongdin við at loysa eina uppgávu við teldutøkari orðabók, er ikki ókend fyri teir báðar.
Teir eru í ferð við at enda annað skúlaárið á matematisku deild í Hoydølum, og hava serliga í sponskum víst slíkt ídni, at lærarin ikki kundi gera annað, enn at geva teimum hvør sítt 13-tal.
- Vit trúðu satt at siga ikki, at man kundi fáa 13 í árskarakteri. Men tá vit so hugdu í ummælið, so stóð tað altso har.
- Og tú kanst líka trúgva, at vit vórðu glaðir, siga teir báðir brøðurnar, sum í mongum hava fylgst á leið, bæði tá talan er um t.d. ítrótt (báðir spæla við B36), skúlagongd og tónleik.
Hesa vikuna hava teir tó ikki hugsað so nógv um tað spanska, tí í komandi viku stendur ein roynd í alisfrøði á skránni.
Skulu teir eisini fáa eitt gott úrslit í hesi lærugreini, má eisini tann setningurin dugast.
Málgeni
Meðan teir gingu í framhaldsdeildini søktu teir inn í Studentaskúlan í Hoydølum. Í hesum sambandi skuldu teir eisini velja sær eitt fremmant mál.
Har vóru fýra mál at velja millum ? týskt, franskt, russiskt og so spanskt, sum teir so báðir valdu.
- Hví, vit valdu júst spanskt?! Vit høvdu havt týskt í fólkaskúlanum, og skuldu vit halda fram við tí, so fór tað helst at verða eitt sindur verri í Hoydølum.
- Vit ynsktu heldur at læra eitt fremmant mál heilt frá grundini av. Og tá spanskt ljóðaði bæði áhugavert og vakurt, so valdu vit tað, siga Johan og Ásbjørn, sum annars kendu lítið til hetta málið frammanundan.
Nú hava teir í tvey ár havt hesa lærugreinina, og eru nú lidnir við hana. Og teir hava verið sera fegnir um hesa tíðina, ikki minst tí at teir hava havt ein sera góðan lærara.
- Jú, Birgit (Remmel) hevur dugað sera væl at undirvíst í sponskum. Hon er jú týsk og hevur búð í Danmark, og undirvísir nú í týskum og í føroyskum. Hon hevur verið ófør ? eitt málgeni, siga teir.
Klára seg í sponskum
Hóast Johan og Ásbjørn hava havt nógv heimaarbeiði eisini í øðrum lærugreinum, so hevur tað spanska ikki verið forsømt av teimum.
Tað hevur kortini ikki bara verið lætt at læra hetta málið. Hóast tað er bæði vakurt og áhugavert, so er somuleiðis neyðugt at fara ígjøgnum, og ikki minst terpa, mállæruna.
Serliga týdningarmikið var tað at læra allar tíðirnar. Í sponskum eru nógvar tíðir, bæði tátíðir og framtíðir. Millum annað eru tvær serstakar tátíðir, so tað er ikki tað lættasta málið at læra.
Teir hava so í stóran mun lisið og tosað spanskt í skúlatímunum, men fingu kortini høvið at nýta hetta málið í praksis, tá flokkur teirra var á námsferð í Malaga í Spanien í mars mánaði í ár.
- Vit tosa ikki spanskt flótandi, men duga so mikið, at vit saktans kunnu klára okkum, siga tvíburarnir Johan og Ásbjørn.
grein 2
- Gjørdu okkum ómak
- Hví vit báðir fingu 13 í árskarakteri?! Kanska tí at vit fylgdu væl við í tímanum og onkutíð rættaðu okkurt, um lærarin skrivaði skeivt á talvuna, sigur Johan og Ásbjørn
Skúlaúrslit
Hoydalar: Hósdagin í farnu viku fingu næmingarnir í 2.g bøkurnar við árskarakterunum.
Og fyri Johan og Ásbjørn kemur karakterurin í sponskum at standa í tí endaliga studentsprógvinum ikki færri enn tvær ferðir ? eina ferð sum árskarakterur og eina ferð sum próvtøkukarakterur, tí teir ikki vóru uppi til roynd í hesi lærugreinini í ár.
Tá teir sóu góða karakterin gjørdist teir bæði bilsnir og glaðir ísenn, tí teir snøgt sagt ikki trúðu, at til bar at fáa 13 í árskarakteri.
Hví júst teir fingu henda góða karakterin, duga teir sjálvandi ikki til fulnar at greiða frá.
Hugsandi er, at teir hava fingið hetta, tí at teir allatíðina hava gjørt sær ómak við at lata inn uppgávur. Hetta hevur eisini givið úrslit, tí teir hava í flestu førum fingið 11 fyri hesar uppgávurnar.
Teir hava eisini roynt at fylgja væl við í tímunum, og tá mállæra hevur verið til umrøðu, hava teir roynt at luttikið í tjakinum við læraran um júst hesar spurningarnar.
Rætta læraran
Hinvegin so hava teir báðir givið væl gætur eftir tí, sum lærarin hevur skrivað á talvuna. Og tað er eisini komið fyri, at teir eru komnir við rættingum til hetta, um tað t.d. manglaði ein strika ella ein accent yvir einum orði ella okkurt líknandi.
Komandi skúlaár stendur so triðja og seinasta árið í Hoydølum á skránni. Hvat teir gera eftir tað, duga teir ikki at meta um enn.
- Vit burdu lært okkum hetta málið ordiligt. Um vit fóru til eitt fremmant land har tey tosa spanskt, so hevði tað í øllum førum verið ein fyrimunur at duga hetta málið til fulnar, siga teir.