Eitt andar­hald í tanka­loysi

Hugurin at sleppa suður í Eydnuna var góður, so eg gjørdi bara av at koyra sjálvur. Eg minnist, at vit vinmenninir avráddu at fylgjast til Oyrarbakka. Men eg minnist einki til, at eg av onkrari tápuligari orsøk fór einsamallur avstað við bilinum. Minnist heldur ikki, at eg fáar minuttir seinni rendi útav vegnum við Ljósá og varð slongur út. Minnist einki um at verða koyrdur til Havnar í sjúkrabili, ella at verða flogin á Ríkissjúkrahúsið, sigur Heini Festirstein av Eiði. Tað fór at vísa seg, at tiltikna jólaódnin tríggjar dagar seinni var eitt lot í mun til ta ódn sum tók seg upp í hansara unga lívi

Heini sum í dag 43 ára gamal og sjálvlærdur miðlagrafikari, minnist, at vinmenninir og hann sum dreingir plagdu at fiska um kvøldarnar. Í frí­tíð­ini íðkaðu teir fótbólt og hond­bólt, og vóru teir í hag­anum, runnu teir.
– Tað skuldi altíð henda okkurt og helst her og nú. Sum smádrongur var eg dag­ligur gestur á skaða­stov­uni. Var helst eitt sindur vøsutur og ótolin, tó ikki uttan fyri tað normala; eg fekk væl savn­að meg um eitt nú at tekna í tímar.

Flottan bil – flotta damu
16 ára gamal fór Heini til skips fyri at tjena pengar til ein bil.
– Tað var ein eydnurúsur at gerast vaksin. Mín mest ítøkiligi dreymur var at ger­ast arkitektur. Eg væntaði at fáa eitt vanligt lív sum øll onn­ur við konu og børnum. Hjá ungum monnum á bygd í áttatiárunum var dreym­ur­in at fáa ein bil. Tá var einki internet ella úrval av sjón­varps­rásum. Bilurin var uppi­halds­stað hvørt kvøld saman við vinfólki. Tá eg var heima, stuttleikaðu vit okk­um og drukku, sum unglingar flest, og ferðaðust til stevnur um summarið. Í allar mátar eitt púra vanligt og virkið ung­linga­lív.
– Við bilinum hevði tú størri frælsi og slapp hagar, tú vildi, tá tað hóvaði tær. Um viku­skiftini vóru bilar í roynd og veru barrir. Dansurin var liðugur klokkan 1, og so koyrdu tey ungu biltúr til klokk­an 6 um morgunin. Átti tú bil, fekst tú lættari fatur á konu­fólki. Eg átti flottan bil, men var eisini flottur sjálvur, skemtar Heini.

Lagnukvøldið
Seinasta sunnukvøld fyri jól var tiltikið gott dansikvøld á Eiði. Árið var 1988, og 19 ára gamli Heini og vinmenninir høvdu verið í býnum fríggja- og leygarkvøld, og hendan dagin kókaðu teir havhest, áðr­enn teir ætlaðu í dans. Teir javnaðu allan dagin og kvøldið við. Í dansinum var tó einki serligt av fólki, og tí ætlaðu teir í staðin suður í Eydn­una á Oyrarbakka. Tað eydn­aðist teimum tó ikki at finna nakran at koyra teir.
– Mín bilur stóð hjá einum vinmanni. Skyldkonan, sum hevði koyrt okkum kvøldini fyri, vildi gera væl og ikki geva mær lykilin sunnudag, tí hon visti, at eg drakk. Men eg fór heim eftir eykalyklinum og koyrdi einsamallur býtt­djarvur og fullur út í myrku køldu náttina – ein túrur, ið bráðsteðgaði eina lítla lagnu­lødda løtu seinni við Ljósá.

Tit missa dreingin
Foreldur Heina fingu tey boð, at tey mest sannlíkt fóru at missa sonin. Kortini varð hann dagin eftir sendur nið­ur á Ríkissjúkrahúsið. Hann var illa meiðslaður, lá uttan vit, rygg­urin var brotin í 12. geisla umframt at hann var upp­skorin í nakkanum, bein­unum, ørmunum og á bak­inum. Hann bløddi álvarsliga og hevði nógvar pentir alla staðni.
Tá Heini 20 dagar seinni raknaði við úr koma á Ríkis­sjúkrahúsinum, rann spaku­liga fram fyri hann:
– Eg hevði koyrt bil dýr­andi fullur, blóðroyndin stað­festi eina promillu á 1,8. Eg hevði ikki bundið trygdar­beltið. Eg hevði koyrt á summar­dekkum á svarta­kálki. Eg hevði koyrt alt ov skjótt, tí eg var slongur langt úr bil­inum.
– Fyrstu tveir mánaðirnar svaraði eg bara ja og nei, tá starvsfólk vendu sær til mín. Eg var beiskur og óður inn á meg sjálvan at liggja har sum ein kloddi og slapp ikki av við øðina, minnist Heini.

Ikki mín Gud
Tó at Heini var einsamallur í bilinum, rakti vanlukkan onn­ur enn hann. Hann átti mammu, pápa, systkin og vin­fólk, sum øll vóru góð við hann.
– Eg kendi, at eg hevði gjørt nakað skeivt, sum øll familjan sveið fyri. Vit tosaðu dag­liga í telefon, og tey vitj­aðu alt tað, tey kundu. Tað sama gjørdu vinmenninir. Onk­ur av mínum nærmastu hildu, at hetta var Guds vilji við mær. Hetta var tungt at bera í teirri neyð, eg var í. Tá helt eg fyri – eins og nú – at um Gud vil blaka meg í ein koyri­stól, er hann ikki mín Gud.
– Eg veit, at teirra hug­burð­ur var eitt slag av um­sorgan, men hetta er ein heims­speki, sum eg ikki taki und­ir við, og sum ikki kann brúk­ast til nakað sum helst. Tað løgna var, at dagin eftir eg koyrdi meg til avlamis, átti systir mín ein son, so fam­iljan sveimaði millum lív og deyða teir dagarnar.

Gálgaskemt í Hornbæk
Eftir at hava ligið í strekki í tríggjar mánaðir á Ríkis­sjúkra­húsinum fyri at grøða brotið í rygginum, varð Heini fluttur til uppvenjingarstað í Hornbæk. At byrja við var ógreitt, um hann fór at gerast førur fyri at ganga aftur.
– Í Hornbæk vóru onnur offur frá ferðsluvanlukkum, miseydnaðum sjálvmorðum, fólk ið høvdu kavað í ov grunt vatn, heilabløðingar og so framvegis. Mong vóru sjálv­morðshótt. Millum starvs­fólk ráddi ein marg­hátt­ligur tóni. Júst innkomin heilsaði ein fysioterapeutur mær við at spyrja, hvat var hent mær. Síðani segði hann læandi, at mann tað sama kann gera tað ordiliga, tá mann koyrir skít. Eg tók tað illa upp, sum eg lá har 19 ára gamal í hesum fremm­anda. Kortini var hetta onkursvegna við til at herða meg, minnist Heini.
– Ein morgun komu tveir læknar, tveir sálarfrøðingar og ein sjúkrasystir inn at tosa við meg – ein reiðilig til­búgv­ing. Tey bóru mær tey boð, at eg ikki skuldi vænta at ganga aftur. Tey høvdu sæð undur­verk fyrr, men eg skuldi ikki vænta mær eitt.
– Hetta vildi eg avgjørt ikki góðtaka sum eina enda­liga niðurstøðu og segði »NEI, eg fari at ganga aftur!« Tey endur­tóku, at tað fert tú helst ikki. Tey royndu at fáa meg at venja meg við tað. Tað var ræðuligt, og eg vildi ikki lurta eftir hesum. Eg var púra á berum og royndi at skumpa hetta til viks – hevði so inniliga brúk fyri at hoyra okkurt jaligt. Alt var ræð­andi og óveruligt. Eg var so ung­ur, lívið var ikki meiri enn byrjað, og kortini var eg so einsa­mallur og noyddist at fóta mær av nýggum.

Ólavsøka á hjólum
Beint fyri ólavsøku varð Heini útskrivaður úr Horn­bæk. Hann hevði lítlan hug at fara heim til Føroya.
– Tað var sum stóð eg mill­um tvey ymisk lív og visti ikki, hvat eg fór at megna í nýggju støðuni. Eg ótt­aðist fyri at byrja lívið utt­an fyri trygga umhvørvið í Horn­bæk. Har var lættari at sita í koyristóli enn á Eiði. Tað var alt annað enn kul 19 ára gamalur at skula sita í koyri­stóli restina av lívinum.
– Øll støð mintist eg bara sum gangandi, og øll kendu meg bara sum lættan á fótum. Hevði eina kenslu av, at fólk hugdu skeivt og hugsaðu, at eg hevði sjálvur skyldina. Eg var fullur í skuldarkenslu og hugsaði: »Ja, eg veit tað væl. Hvat er at siga?« Ikki bar til at renna undan.
– Hesa tíðina hevði eg tað best saman við fólki, sum eg ikki kendi frá mínum fyrra lívi. Tey, eg kendi famman­undan, spurdu meg, nær eg fór at ganga aftur.
– Eftir regluliga upp­venj­ing í fýra ár gjørdist greitt, at eg fyribils noyðist at verða sitandi í koyristolinum. Eg eri púra lamin frá knøunum niður, 80% í lørunum og ann­ars lutvís frá miðjuni.

Til verka
Okkurt mátti henda. Heini mátti byrja av nýggjum og legði fyri við 10. flokki við Áirnar um heystið – minni enn eitt ár eftir vanlukkuna. Síðani starvaðist hann fyrst á Hjálpar­tólamiðstøðini og síð­ani hjá ComData, har áhugin fyri kunningartøkni varð birtur. Seinni flutti hann til Danmarkar, har hann tók venjaraútbúgving á ítróttar­háskúla.
– Eftir at hava tikið HF í Dan­mark tók internetið okk­um øll á bóli við markleysum nýggjum møguleikum. Mær hevði altíð dámað at tekna, og mær var greitt, at eg skuldi starvast við onkrum, sum hevði við internetið at gera.

Dýrmæta lív
Síðani Heini flutti heim í 1998, hevur hann starvast við grafiskari sniðgeving, nú á marknaðardeildini hjá Føroya Tele:
– Her er gott at vera, og lív­ið er so forbannað gott. Eg gleðist hvønn dag um lív­ið, men kundi sum flestøll onn­ur ynskt mær okkurt aftur­at. Eg hugsi ofta, at lívið kundi verið øðrvísi, um eg ikki gjørdi tað býtta hasa vetrar­nátt­ina. Við hvørt fyllir tað nógv, men tað er ikki vist, at eitt lív til gongu var so nógv bet­ur enn hetta lívið. Eg føli, at eg havi nakað at geva hes­um landinum og teimum, sum eg eri góður við – ikki minst mín­um vinum.

Tók ongan við sær
Heini bøtir dýrt fyri eina býtta gerð í ungdómsins hug­móð. Men hann tók ongan við sær.
– Eg havi mangan hugsað, at tað hevði verið steinur oman á byrðu, um onnur vóru við í vanlukkuni. At skulað livað við, at onkur ann­ar doyði ella varð løstaður fyri lívið, av einari dáragerð sum at koyra fullur, hevði eg av­gjørt havt tað óluksáliga ringt við.
– At koyra ávirkaður er eitt tað allar tápuligasta, mann kann finna uppá. Tað er alt­íð ein onnur loysn, um tú skal flytast frá A til B.
– Um onkur bað meg lata vera at koyra hatta kvøldið, hevði eg ivaleyst biðið tey hildið kjaft. Sum ungur hugs­aði eg ikki reiðiliga klárt. Men upplýsing má til fyri at ávirka atferðina hjá fólki. Ræðu­átøk ávirka meg eisini.

Ongantíð til sættis
Foreldur Heina høvdu ikki koyrikort, og hugburðurin í barna­heiminum var púra greiður, at koyring og rús­drekka ikki hoyra saman. Heini misti tveir javnaldrar av rús­drekka­koyring árið fyri hann sjálvur var fyri van­lukku. Hann undrast sjálvur, at hann ikki lærdi av tí.
– Millum okkum ungu var hug­burðurin til rúsdrekka­koyring lagaligur. Tað varð ikki viðmerkt, um onkur drakk 3-4 øl, meðan hann koyrdi. Men hetta kvøldið var fyrstu ferð, at eg koyrdi ávirk­aður.
– Eg komi ongantíð reiði­liga til sættis við støðuna. Onkra staðni er ein eldur – ein vón um at sleppa at ganga eina­ferð. Tað er ringt at góð­taka, at eg ikki kann tað, sum øll onnur kunnu.

Facebukkur við lít
Facebookvinir Heina kenna hansara originalu orðaspøl og hittinorð, sum fáa okkum at øtast, undrast og smílast.
– Tú ert bara eitt klikk frá fólki, og tú kemur skjótt í samband við nógv fólk. Face­book er størsta fram­brot­ið innan internetið og 8. undrið í heiminum. Her er eisini nógv fjas og lort, men tað má mann taka við. Eg havi næstan altíð facebook tendr­að, og havi einar 2.300 vinir.
– Í dag er internetið tað, sum bilurin var, tá eg var ungur. Bilurin tá var brúktur at vinna tær eitt netverk. Í dag fert tú á facebook í stað­in. Tilboðini eru mong í mun til tá. Eg haldi, at tey ungu í dag hava onnur áhugamál enn bilar, tíbetur, fegnast Heini.