Eitt betri samfelag við Javnaðarflokkinum

Eitt av fremstu málum Javnaðarfloksins er umsorgan, og tað skal betrast um korini hjá teimum sjúku og veiku í samfelagnum.

Javnaðarflokkurin hevur fingið samhaldsfasta at virka. Vit ásanna, at allur bati bøtur, tó í hesum føri er útgjaldið alt ov lágt. Og tí vilja vit hækka hetta útgjaldið. Fólkapensiónin, sum er afturútsigld fyri nógvum árum síðani, skal eisini hækkast. Soleiðis at fólkapensionistar skulu fáa minst 1000 krónur meira um mánaðin.

Samstundis sum fólkapensiónin verður bøtt um, fara vit eisini at arbeiða við eini skipan, har tað ber til at arbeiða niðursetta tíð, og tað skal kunna bera til at fáa partvísa pensión. Hetta hevði verið ein góð hjálp hjá teimum eldru, eins og hetta hevði givið pláss fyri fleiri á arbeiðsmarknaðinum.

Nú eru aðrir flokkar farnir at bjóða seg fram við eini fólkatrygging, tað er ein sera ósolidarisk skipan, tí við henni vera tað bert tey, ið hava ráð at gjalda inn, ið fara at fáa út, í mun til tað, ið tey hava goldið inn. Men samhaldsfasti er ein solidarisk skipan, har øll fáa sama útgjald, óansæð hvat ið ein hevur goldið inn. Eisini mamman, ið ongantíð hevur verið á arbeiðsmarknaðinum fær úr samhaldsfasta.

Ein stór avbjóðing á tí sosiala økinum verður at tryggja teimum gomlu og óhjálpnu eina nøktandi røkt. Og tað ætla vit at gera við at seta á stovn fleiri sambýlir og lata byggja fleiri eldraíbúðir.

Eisini skal heimarøktin útbyggjast, soleiðis at til ber hjá eldri at vera í egnum bústaði longst møguligt, eins og lógin um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima skal virka eftir ætlan.

Fólk við skerdum møguleikum skulu hava munandi betri kor. Tey rørslu- og menningartarnaðu skulu verða hoyrd og fáa ávirkan á mál, sum eru avgerandi fyri teirra lív. Fólk, ið eru rørslu- og menningartarnað, skulu hava sama rætt til samfelagslig tilboð sum øll onnur. Teimum skal eisini øll neyðug hjálp og vegleiðing standa í boði.

Javnaðarflokkurin fer at virka fyri einum langtíðar fiskivinnupolitikki. Og ætlar saman við vinnuni at fara undir eina miðvísa endurnýggjan av skipaflotanum. Har tann almenna luttøkan í fíggingini verður veitt sum einnýtis fígging. Vit kunnu ikki liva við tí gamla flotanum, ið vit hava í dag.

Útróðrarbátar undir 15 tons skulu kunna fiska frítt. Javnaðarflokkurin ásannar, at fiskiríkidømið er fólksins ogn og tí kunnu vit ikki góðtaka tær núverandi umsetiligu fiskikvoturnar, har einkultpersónar kunnu eiga kvotur í 10 ár og goyma tær undir koddanum.

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, ið hevur ein útjaðarapolitikk. Vit ætla at gera eina samferðsluíløguætlan fyri alt landið, har tað verður raðfest hvat skal gerast yvir eitt ávíst áramál.

Ein treyt fyri at fólk skulu støðast á smábygdunum og útoyggjunum, er at samferðsluviðurskiftini inn á meginøkið eru so góð, at til ber at koma aftur og fram hvønn dag.

Samferðsluviðurskiftini í Norðoyggjum eru vánalig. Ternan siglir alt ov fáar túrar. Ein dag um vikuna hava fugloyingar og svínoyingar onki samband við meginlandið. Vegurin millum Hattarvík og Kirkju er út av lagi vánaligur. Barskor, sum skjótt fer frá við pensión, hevur enn ikki funnið nakran avloysara. Kalsoyggin liggur bert 20 minuttir frá høvuðsstaðnum í Norðoyggjum, og tí skuldu møguleikarnir at búleikast har verið góðir, um vit fingu eitt betri skip, ið sigldi fleiri túrar um dagin. Síðan í 1970unum hevur verið arbeitt við tunnilsgerð í oynni, men í 1998 eru teir enn ikki lidnir. Vegurin oman á keiina á Syðradali er heldur ikki liðugur enn. Tunnlarnir á Borðoynni eru avoldaðir til alla ferðsluna, ið er í samband við vinnulívið Eystan Múlan. Viðareiðisvegurin er lívshættisligur alt árið orsakað av skalvalopi og omanlopi av gróti. So viðingar ynskja sær ein tunnil ígjøgnum Tunnafjall.

Øll hesi økir skulu vera við í tí samferðsluíløguætlan, ið gerast skal.

Javnaðarflokkurin staðfestir, at tað skal eins væl bera til at liva, óansæð hvar í landinum ein ynskir at búseta seg og tí skulu livikorini hjá útjaðaranum bøtast munandi.

Tí vil eg heita á øll um at fara á val og seta ein sterkan Javnaðarflokk inn á ting.

Gott val.


Mamy Dahl Sørensen,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðoyggjum