- Eg eri glaður fyri, at eg havi roykt og drukkið sum eitt svín, so at eg veit við vissu, at eg doyggi, áðrenn eg verði 70.
Hesi orðini eigur kendi, danski rithøvundurin, Knud Romer.
Næsta mikukvøld, tann 16. oktober, heldur hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum um seinastu tíðina hjá pápanum, sum var minnisveikur.
Tað er eldrafelagið, Tign, sum skipar fyri fyrilestrinum, ið eisini snýr seg um støðuna hjá teimum eldru á røktarheimum.
Knud Romer hevur vakt ans, tí hann hevur gjørt ein stuttan film um seinastu tíðina hjá pápanum og tann filmin fer hann eisini at vísa í Norðurlandahúsinum
Flmurin, Et Blad falder til Himlen, hevur elvt til nógv orðaskifti í Danmark um umstøðurnar hjá teimum eldri.
Pápin búði á røktarheimi eitt stutt skifti til hann doyði og Knud Romer er skelkaður av umstøðunum hjá teimum eldri.
Hann sigur, at støðan á røktarheimunum er skammiliga og hann mælir rætt og slætt avvarðandi og starvsfólki til at gera uppreistur.
- Tað var ringasti dagur í mínm lívi, tá ið eg pápi mín fór á røktarheimi. Útlitini, hann hevði, var at liva sínar seinastu dagar í einsemi í einum hamstarabúri á 20 fermetrar, sum luktaði í landi og uttan at kunna vænta sær annað enn sundurkókað grønmeti til døgverða, sigur hann.
Tað kostar at fara til fyrilesturin og atgongumerki kunnu keypast í forsølu.
Umleið klokkan 21, tað er beint eftir fyrilesturin hevur eldrafelagið, Tign, aðalfund og hann er ókeypis.
Á aðalfundinum skal nýggj nevnd veljast og viðtøkurnar skulu samtykkjast.