Nýggi Smyril
? Tað er onki galið við stabilitetinum hjá nýggja Smyrli.
Tað staðfesta Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni og Magnus Magnussen, tekniskur stjóri.
Vit hava biðið teir um viðmerkingar til álvarsligu leysatíðindini, sum Finnur Helmsdal, løgtingsmaður nú vil hava í samferðslumálum at vátta ella avsanna og sum vit umrøða á síðu 6.
Men hinvegin viðganga teir, at Strandferðslan er ikki nøgt við alt handverkið umborð.
Teir staðfesta samstundis, at eftir sáttmálanum, hevur skipasmiðjan skyldu til at rætta tey brek sum eru og Strandferðslan fer rætt og slætt ikki at taka ímóti skipinum, fyrrenn alt er, sum tað skal.
Eftir sáttmálanum, skal nýggi Smyril lúka øll tey krøv, sum eru sett fram í útbjóðingartilfarinum.
Men tá ið tað kemur til trygd, tvs til stabilitet, brunatrygd og aðrar trygdarskipanir, skal nýggi Smyril lúka allar altjóða reglar og allar danskar reglar.
? Tað er sostatt skipasmiðjan, sum hevur ábyrgdina av at byggja skipið so at tað lýkur øll krøv bæði frá Strandferðsluni, frá skipaeftirlitinum og frá klassanum, og fyrrenn alt er ílagi, kann Strandferðslan ikki taka ímóti skipinum.
? Og tað er samstundis uppgávan hjá Strandferðsluni at ansa eftir, at skipið lykur tey krøv, sum, sum stovnurin setir til bygginina.
Men tað er uppgávan hjá danska skipaeftirlitinum og klassanum, sum er Lloyds í Keypmannahavn, at hava eftrirlit við, at skipið lýkur øll trygdarkrøvini, sum eru.
? Vit hava kravt, at skipið skal lúka danskar trygdarreglar, tí tær eru ímillum tær strangastu í heiminum.
Teire báðir strandferðslustjórarnir siga eisini, at av tí sama, er tað púra vanlig mannagongd, at skipaeftirlitið fylgir við byggingini og góðkennir skipið heilt frá byrjan til enda og tí er onki løgið í, at tað er uppií.
? Tað er uppgávan hjá danska Skipaeftirlitinum at vera við í byggingini og eftirlitið fer sjálvsagt ikki at góðkenna eitt skip, sum hevur trupulleikar við stabilitetinum.
? Vit veit ikki, hvaðani leysasøgur um stabilitetin koma frá, men tað er altso als onki hald í teimum, staðfesta Kristian Davidsen og Magnus Magnussen.
Ónøgd við ávís viðurskifti
Fyri at fáa arbeiðið at byggja skipið at ganga væl, er umboð frá Strandferðslan altíð til taks hjá Skipasmiðjuni at spyrja, tá ið ivamál taka seg upp.
Uppgávan hjá Strandferðsluni er eisini at vísa á skeivleikar, sum verða gjørdir og at sýna arbeiðið, so hvørt, sum tað verður gjørt.
? Strandferðslan brúkar ikki orð sum "byggifusk" í sambandi við byggingina. Men tað er rætt, at tað eru ymisk viðurskifti, sum vit ikki eru nøgd við og sum skulu rættast, áðrenn vit taka ímóti skipinum.
Teir báðir á Strandferðsluni fer ikki í smálutir við tí, sum Strandferðslan er ónøgd við, men talan um ymisk brek runt um í skipinum.
Men teir leggja afturat, at fyri so vítt er onki forgjørt í hesum.
? Tá ið eitt skip verður bygt, sum er so stórt og framkomið, sum nýggi Smyril, henda altíð mistøk.
? Og tað eru ávís viðurskifti í sambandi við handverkið umborð á nýggja Smyrli, sum vit hava átalað skipasmiðjuna rættiliga rættiliga harðliga fyri og hava boðað frá, at skipið verður ikki góðtikið, fyrrenn viðurskiftini eru fingin í rættlag.
?Sumt av hesum er longu broytt, men onnur viðurskifti samráðast vit við skipasmiðjuna um.
Kortini viðgongur Strandferðslan eisini, at tað hevur ikki altíð verið lætt at fingið skipasmiðjuna at góðtaka summi av mistøkunum.
? Brek skulu eisini valdast. Summi viðurskifti hava so stóran týdning, at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at tey eru ílagi. So eru onnur viðurskifti, sum vit altíð kunnu samráðast um.
? Hetta er eisini so stórt skip, at Strandferðslan hevur heldur ikki kunna hugsað um allar smálutir og eisini í teimum førunum mugu vit samráðast við skipasmiðjuna um, hvussu trupulleikarnir verða loystir.
Ivingarsamt við tíðarætlanini
Hinvegin ásannar stjórarnir á Strandfersluni eisini, at tað er trupult at siga nakað um, nær nýggi Smyril verður liðugur.
? Seinastu tíðina hevur skipasmiðjan verið hart rakt av verkføllum, tí arbeiðsfólkið stúrdi fyri, at skipasmiðjan skuldi stongjast.
?Men í farnu viku varð greitt, at Skipasmiðjan stongir ikki.
Og tað hjálpti beinanvegin upp á støðuna og síðani mánadagin hava tey arbeitt við fullari megi í tveimum vaktum, tvs, einar 16 tímar um dagin.
Strandfeðrslan metir, at frá tí, at arbeiðið verður tikið uppaftur av álvara, fer tað at taka fýra, fimm mánaðir at gera skipið liðugt.
Enn eru kortini ikki allar súður syftar, tí onkrar samráðingar skulu vera afturat ímillum arbeiðsfolkið og skipasmiðjuleiðsluna, so Strandferðaslan bíðar spent eftir teimum.
? Skipasmiðjan hevur boðað frá, at so leingi verkføllini hava herjað skipasmiðjuna, er tað ómøguligt at gera eina tíðarætlan.
? Men nú arbeiðið er tikið uppaftur, fara vit at krevja eina tíðarætlan frá skipasmiðjuni, sigur leiðslan á Strandferðsluni.
? Tað var eitt tíðarskeið undir verkfallinum, har tað var trupult at koma á tal við skipasmiðjuna, men nú arbeiðið er tikið uppaftur, hava vit dagligt samband við skipasmiðjuna.
Hava trygd fyri pengunum
Kristian Davidsen og Magnus Magnussen eru eisini sannførdur um, at Strandferðslan er tryggjað so væl sum tað yvirhøvur er gjørligt at rokna við.
? Vit hava betalt fýra av fimm avdrøgum upp á skipið, men vit hava trygd fyri pengunum í einum stórum banka, sum líkur krøvini til fíggjarliga styrki (Á fakmáli eitur tað: Rating AA).
? Hendan bankatrygdin stendur við, til vit hava fingið skipið. Men gongur heilt galið, so at vit ikki fáa skipið, fáa vit peningin aftur.
Teir siga , at skipanin við dagbótum til skipasmiðjuna gongur fram til 1. august næsta ár.
? Er skipið ikki latið okkum tá, hava vit rætt til at loysa okkum frá sáttmálanum og at krevja peningin aftur. Sostatt er tað ikki rætt at vit ikki eru tryggjað ímóti tapi aftaná 1. august.
Teir endurtaka eisini, at skipasmiðjan hevur bundið seg til at byggja eitt skip, sum lýkur tær treytir, sum Strandferðslan, danska Skipaeftirlitið og klassin seta.
? Klárar Skipasmiðjan ikki tað, hevur Strandferðsslan heldur ikki skyldu til at taka ímóti skipinum og fær sostatt peningin aftur.
? So verður tað aftur ein samráðingarspurningur, hvat skal henda við við skipinum, men alt hetta eru hypotetiskir spurningar, sum ongin kann siga nakað um enn.
Hann ivast heldur ikki í, at vit fáa eitt skip, sum lýkur øll tey krøv, sum sett eru.
Tað hevur eisini ljóðað, at nýggi Smyril skal rulla so illa, men tað vísur Strandferðslan eisini aftur.
Teir vita ikki um tað er hetta, sum Finnur Helmsdal hugsar um, tá ið hann stúrir fyri stabilitetinum.
? Men nýggi Smyril vísti seg at roynast sera væl, tá ið modelroyndir vórðu gjørdar, so eg eri sannførdur um, at tað verður eitt sera sjógott skip. Hann hevur eisini finnu- stabilisatorar, sum verða koyrdar út undir sigling og sum eru 10 fermetrar hvør, og tað er nógv. Teir eru eisini settir á skipssíðuna, har teir eru mest effektivir.
Samstundis sigur Strandferðslan, at í sáttmálanum er ein víttfevnandi skipan við bótum til skipasmiðjuna.
? Verður tíðarætlanin ikki hildin, fær skipasmiðjan dagbøtur. Siglur skipið ikki tey ásettu 21 mílini við 85% av maskinorkuni, fær Skipasmiðjan eisini bót. Siglur skipið t.d. 20,8 míl, fær skipasmiðjann bót. Og ferð ferðin niður um 20 míl, kann Strandferðslan loysa seg frá sáttmálanum
? Er skipið tyngri enn ásett er, og sostatt kemur at brúka meiri olju, fær Skipasmiðjan eisini bót o.sfr.
? Sostatt er ógvuliga nógv gjørt fyri, at skipið lýkur ásettu krøvini, bæði við bótum og við tí eftirlitið, sum er hvønn dag, siga stjórin og tekniski stjórin.
Kann tað henda, at alt fer fyri bakka?
? Í teori er sjálvandi alt møguligt. Men vit vænta at spaniólar halda sáttmálan. tí klára teir tað ikki, er tað ikki gott fyri teir og teirra umdømi. Og sjálvandi ger spanska skipasmiðjan ikki ein sáttmála, sum hon ikki ætlar at gera alt fyri at halda.
? Hinvegin taka vit tey mistøk, sum eru gjørd í størsta álvara og tey skulu rættast, áðrenn vit góðtaka skipið og vilja taka ímóti tí. Og vit mugu eisini viðganga, at í summum førum stendur nógv á at fáa Skipasmiðjuna at rætta brekini.Tað er eitt dagligt stríð við Skipasmiðjuna, men vit krevja, at tað skal gerast, tí vit vilja ikki taka ímóti einum skipi ið ikki er tað, vit hava biðið um og goldið fyri.