”Eitt Eden í sól við Vágsfjørð”

Arbeiðið at gera eitt fríøki, eina park, við Sandin innast á Vágsfirði, gongur sera væl, og ikki er langt síðani at arbeiðið av álvara byrjaði, men dagamunur sæst eftir, og longu sæst nøkulunda, hvussu ætlanin fer at taka seg út.

Børn í Dagrøktini í Vági plantaðu mándagin á Sandinum – sí myndir. Børn í Barnagarðinum Eikilund hava plantað, og eftir summarfrítíðina fara børn í Vágs Skúla at planta.

Økið, ið vanliga verður nevnt Sandurin, fevnir um eitt øki, ið hevur verið nýtt til beiti hjá seyði, og ikki minst eisini hjá tarvi.

Men økið hevur eisini verið nýtt til so mangt annað, so sum lesast kann á www.a-sandinum.com: Hjá børnum hevur Sandurin verið brúktur sum spælipláss. Børn og ung spældu eisini fótbólt á Sandinum, har fyrsti heimavøllurin hjá Vágs Bóltfelag var. Tennisvøllur var eisini á Sandinum síðst í 1920?unum.Á sumri 2008 varð hol sett á eina verkætlan, sum hevði til endamáls at gera eina park á Sandinum í Vági.

Við hjálp frá Mayfinn Norðoy, arkitekti á teknistovuni Kontrast varð gjørt eitt uppskot, sum gjørdist útgangspunkt fyri verkætlanini. Uppskotið er síðani tillagað til tað verkætlan, sum nú er í gongd.

Vágbingar hava longi havt dreymar og ætlanir um at gera álvara av at gera okkurt munagott við økið, og nú tykist hetta nærri enn nakrantíð. Í 1967 yrkti IPT, Jóan Pauli Thomasen, Palli í Tøðuni nevndur, soleiðis í einum nýggjárs sangi, og orðini um ”Eitt Eden í sól við Vágsfjørð” eru eisini nýtt sum høvuðsorðing, nú park nærkast í Vági:

Úr sanginum “Her sita vit í góðum lag”

Á Sandinum fyrr, hvar ið fimleikur gekk,

rann Tofta Regin hin stinni,

um fingrar hann tá í húskallin fekk,

hann hevði hann rivið úr skinni,

við halafaks Regin stóð eftiri har,

tá bartrogið kreyp handan Ósagarð,

her á leið kynda unglingar bál,

minnast kappan, ið hest tók á mál.

Sandurin er eitt tað vakrasta stað,

ein blómugarð vit kunnu byggja,

tí harmar tað mangan vágbing í dag,

hann skal sum eitt runudíki liggja,

var tað ikki betri hann innigyrdur varð,

til spælipláss og til barnagarð,

og til gomul og útslitin pør,

skapt eitt Eden í sól við Vágs fjørð.

IPT