Eitt endurnýggjað gøtubarn

Eivør gav áhoyrarunum tað, tey vóru komin eftir. Við grundarlagi í nýggju plátuni, Larva, var konsertin við Eivør ein vælsamanhangandi og vælspæld eind, har áhoyrararnir tó eisini fingu høvi at hoyra fleiri av hittunum hjá Eivør og harvið møguleikan at syngja við henni.

 Drottningin úr Syðrugøtu, Eivør Pálsdóttir, stóð ikki aftanfyri drottningina av metalli, tá hon fór á pall á spæliplássinum í heimbygdini fríggjanáttina.

Hóast Eivør og Angela Gossow í Arch Enemy, milt sagt eru sum nátt og dagur tónleikaliga, eru tær tó ikki heilt ólíkar. Líkheitirnar koma av, at tær báðar hava eina eina óturúlig orku og útstráling. Ikki minst hava tær ein heilt serligan hátt at framføra uppá, sum ikki kann annað enn hugtaka áhoyraran, ið við hesum ótrúliga evnaríku kvinnum fær innlit í ein part av tónleikaheiminum, ið ikki er at finna á hvørjum horni.

Í Føroyum er og verður Eivør nakað heilt serligt. Hon er okkara egna superstar, sum vit eru so ótrúliga stolt av, og hon kann uttan iva sammetast við størstu sangkvinnurnar í heiminum. Hon hevur fingið óteljandi stjørnur og bestu viðmæli úti í heimi, og tað tykist ikki, sum um tað er nakað øki av tónleikinum, hon ikki meistrar.

Eivør hevur, síðan hon á fyrsta sinni gjørdi vart við seg sum blaðung, flutt seg frá genru til genru. Tey flestu okkara hava tó altíð funnið okkurt, sum okkum dámar í hennara tónleiki og í hennara útgávum og framførslum, líkamikið hvar hon hevur verið reint tónleikaliga.


Okkara serliga Eivør

Eivør hevur nøkur heilt serstøk evni til at hugtaka og bergtaka, kanska serliga, tá hon spælir í føroyskum umstøðum, har hon er uppvaksin. Tað er, sum um hennara rødd og háttur at framføra uppá, gongur upp í eina heilt serliga hægri eind, tá hon er undir føroyska himmalinum. Spæliplássið var tí sum væntað so at siga fult, tá Eivør fór á pall saman við bólki sínum, ið umframt Eivør telir Mikael Blak, Benjamin Petersen, Høgna Lisberg og limir úr kórinum Empiri um miðnáttarleitið fríggjakvøldið.

Saman við hesum ótrúliga dynamiska bólki og Jens L. Thomsen, sum er maðurin, ið hevur framleitt fløguna “Larva”, sum kom út í vár, er hon farin aftur til tann stílin, vit kenna frá tíðini í Clickhaze. Á nýggju fløguútgávuni leitar Eivør aftur til tað meir ráa og villa - til tað meir rokkuta. Sum skrivað hevur verið, hevur samstarvið við Jens og við bólkin givið eitt úrslit, ið bæði er myrkt og innatvent, samstundis sum tað er “in your face”. Minimalistiskt men tó stórt.

Eisini hevur verið sagt, at huglagið á fløguni stundum er klassiskt, mytologiskt, tó eisini vandamikið og ófrættakent. Ikki minst er samlaða ljóðmyndin hjá Eivør á nýggju útgávuni sera áhugaverd orsakað av skitna ljóðinum, sum serliga Benjamin Petersen og Høgni Lisberg eiga æruna av. Ljóðmyndin er samstundis samansett av streingjum, moogum, sythbassum og øðrum finurligheitum, og kórið ger sanniliga eisini sítt til, at heildarmyndin er sera væleydnað og gjøgnumførd. Á henda hátt ber til hjá Eivør at vísa sínar ótruligu sanggávur, uttan at tað gerst ov nógv. Hon fær loyvi at sveima, men verður alla tíðina tvungin niður aftur á jørðina av tungu grundini í tónleikinum.


Positiv tónleikaupliving

Fríggjakvøldið tók endurnýggjaða Eivør pallin við eini stórari lívsgleði -og ikki minst eini tónleikagleði, sum beinanvegin smittaði áhoyrararnar, sum sungu og dansaðu saman við henni frá byrjan til enda.

Framførslan gjørdist betur av, at hon megnaði at taka støði í, at allar umstøðurnar fyri festivalin vóru broyttar av veðrinum, og millum annað ljóðgóðskan tí var ávirkað í ein mun, ið kundi verið óheppin.

Tað týðningarmesta var, at Eivør og bólkurin vistu, at tað, alt í veruleikanum snúði seg um, var at geva áhoyrarunum eina góða og positiva tónelikauppliving, ið kundi flyta fokus frá teimum trupulleikum, festivalurin og gestirnir høvdu verið plágaðir av. Nú var nokk tosað og hugsað um regn og vind, og heldur tíð uppá at hava tað stuttligt og at njóta tónleikin, samveruna og lívið sum tað er.

Tá hon fór á pall, vóru veðurgudarnir við henni. Regnið helt ein steðg eina løtu, vindurin var stilnaður, gestirnir vóru í betri lag enn undanfarna dagin, og hýrurin, ið hevði verið eitt sindur tungur fyrr um dagin, var vorðin nógv betur enn hann hevði verið frammanundan. Eyðkendi G!stemningurin var akkurát, sum hann skuldi vera.

Eivør gav áhoyrarunum tað, tey vóru komin eftir. Við grundarlagi í nýggju plátuni, Larva, var konsertin við Eivør ein vælsamanhangandi og vælspæld eind, har áhoyrararnir tó eisini fingu høvi til at hoyra fleiri av hittunum hjá Eivør og harvið møguleikan at syngja við henni.