Hetta er ikki nakað eindømi, har keypari er komin í rasshaft av onkrari vánaligari vøru, sum seljarin ikki vil kennast við.
Nógvir brúkarar munnu eisini kenna støðuna aftur, tá seljari tekur sær rætt til at umvæla eina vøru bæði tríggjar og fýra ferðir, og uttan at lata nakað sum helst ístaðin.
Hóast tað er púrasta greitt, at brúkarin í hesum førum hevur allan rættin á sínari síðu, er mann prísgivin náði seljarans. Fær mann ikki rætt tá mann hevur rætt, er einki annað at gera enn at fara í rættin, og tá verður skjótt, at kostnaðurin á vøruni gert lítil í mun til tann ovurhonds stóru sakarmálskostnaðin.
Her er eyðsæð, at tey fáu rættindi, ið ein brúkari hevur í Føroyum í dag, missa nógv virði undir verandi umstøðum. Okkurt meira má til.
Rundan um okkum, tað verði seg í Grønlandi, Íslandi, Hetlandi ella í onkrum av teimum størru grannalondunum, hava tey kærunevndir, ið eru settar at avgreiða tvístøður millum keypara og seljara. Hyggja vit burtur frá Rock All og Jan Mayen, eru Føroyar einasta stað her um leiðir, ið ikki hevur tílíka skipan.
Høvdu vit eina slíka kærunevnd, kundi ein brúkari, ið heldur seg hava verið fyri órøttum, kært málið, og fingið tað avgreitt skjótt og bindandi, og í tráð við galdandi lóg. Hetta hevði aftur ført við sær, at brúkarin hevði kunna kent seg tryggan og fullvísan um, at tey fáu rættindi, ið hann hóast alt hevur, ikki verða skúgvað til viks.
Tað má eisini vera ein fyrimunur fyri teir handlar, ið gera sítt arbeiði til lítar, at aðrir ikki sleppa at tíggja sær sum teimum lystir.