Eitt óeydnu klemm

Fallið av kantinum og niður í túnið er einar tveir metrar, og hetta var nóg mikið til, at ein genta, sum datt út av og niður í trappuholið, fekk sjónlig mein í høvdið

Náttarlív

 

Leygarnáttina klokkan 04.10 fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at tvey fólk vóru dottin niður í trappuholið á horninum Tinghúsvegur/ Sverrisgøta.

Vakthavandi sigur, at tá tey frættu um tilburðin, sendu tey boð eftir sjúkrabili, sum kom á staðið og flutti ungu fólkini á skaðastovuna.

- Sum vit skiltu, var gentan uttan vit eina løtu, men tá sjúkrabilurin kom á staðið, hevði hon fingið vitið aftur.

Vakthavandi sigur, at gentan hevði fingið sjónlig mein í høvdið, meðan drongurin ongan skaða hevði fingið.

- Annar teirra sat á kantinum, tá hin boygdi seg niður yvir til eitt klemm ella okkurt líknandi. Lágur jarngarður er omanyvir betongkantinum, og bæði endaðu tískil niðri í túninum hinumegin.

Vakthavandi sigur, at fallið av kantinum og niður í túnið er umleið tveir metrar.

- Gentan hevði fingið sjónlig mein í høvdið, men vit hava ikki frætt, hvussu hetta tørnaði út hjá henni, sigur vakthavandi.