Eitt frælst vinnulív

Vit hava eitt rímiliga frælst vinnulív, tá ið tað snýr seg um tænastuvinnuna í Føroyum, t.v.s. innan handverk, handil o.tíl.

Her kunnu øll við dirvi, ágrýtni og ambitiónum byrja sína egnu fyritøku og sostatt skapa nýggj arbeiðspláss.
Tey, sum fáa tað at bera til, kunnu liva væl av hesum, meðan hjá teimum, sum tað ikki melur runt, ja tey mugu steðga aftur og finna sær annað at gera.
Hendan gongdin sýnist at virka væl og flest øll halda, at soleiðis eigur tað at vera.
Men so skjótt vit nærkast høvuðsvinnuni ella onkrum, sum hevur við ræðisrættindi at gera, so renna vit pannuna ímóti stongdum durum og er tað næstan ómøguligt at koma innum.
Her broytast spælireglurnar munandi. Hetta seta fólk heldur ikki spurnartekin við. Hví gera tey ikki tað?
Flest øll innan fiskivinnuna eru samd um, at uppboðssølan av ráfiski hevur optimerað vinnuna á landi munandi og vinnan er nú før fyri at gjalda meira fyri fiskin enn áður.
Uppboðssølan skapar eisini umstøður fyri, at øll, sum vilja, kunnu koma at fiskinum og byrja egna fyritøku og harvið skapa nýggj arbeiðspláss, antin við framleiðslu ella við keyp og sølu av heilum fiski av landinum.
Fiskivinnan á landi er vorðin meira dynamisk og ein ávís menning er í vinnuni á landi. Vit eru enntá komin har til, at um eitt virki ikki klárar seg, so sleppur tað at fara á húsagang. Hetta orðið ?húsagangur?, sum fyrr var tabu, er nú brádliga vorðið natúrligt.
Í byrjanini við uppboðssøluskipanini fór nógvur fiskur heilur av landinum, tí føroysku virkini kláraðu ikki kappingina í prísinum.
Hendan kappingin noyddi føroysku fiskasølurnar og virkini at betra sín førleika og eru tey nú væl betur við í kappingini.
Tann heili fiskurin av landinum er minkaður munandi og føroyska vinnan á landi hevði, í 2001, tað besta búskaparliga árið síðani fyri kreppuna.
Hetta sýnist at vera ein gongd leið fyri vinnuna á landi, men hvat er tað, sum forðar okkum í at føra hesa skipanina út í fiskivinnuna á sjógvi ella t.d. landbrúkið?
Eg skilji væl, at tey, sum hava fingið ognað sær rættin at gagnnýta okkara tilfeingi, ikki vilja hava kapping á økinum. Óttin fyri at tapa kappingina lúrir.
Fiskivinnan á sjógvi er vard ímóti kapping. Slík verja førir við sær, at vinnan mennist seinni og gevur sjáldan besta avkastið, hvørki til eigarar, arbeiðsfólk ella til samfelagið.

Fólkaræði í vinnuna
Ofta verður sagt, at fiskiloyvini eru politiskt býtt út, t.v.s. at einstakur flokkur situr á partrolara- og rækjuflotanum, meðan aðrir flokkar sita á djúpvatnsflotanum o.s.fr.
Tað er av týdningi at skapa eina skipan har tílíkt ikki er møguligt. Eina skipan sum byggir á ta fólkaræðisligu hugsjónina. Hví ikki føra uppboðssølu skipanina heilt út til ytsta liðið í vinnuni og seta fiskidagarnar á uppboðssølu?
Allir føroyingar skulu, eftir tørvi, kunna keypa fiskidagar galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tá tíðarskeiðið er at enda komið, gongur loyvið út og verður síðani boðið út av nýggjum.
Í einari slíkari skipan hevur atkoman at ræðisrættindunum einki við politiskar flokkar at gera, men er ein rein búskaparlig avgerð.
Somuleiðis sleppa vit undan afturvendandi kjakinum um innflutningsloyvi til skip. Einum og hvørjum hevði staðið frítt at innflutt skip, um tey bert lúka føroysk krøv og koma undir føroyska merkið, tí tað verða loyvini og ikki skipini, sum avgera, hvør og hvat verður fiskað.
Soleiðis høvdu bert tey best riknu skipini við teirri bestu hagreiðingini yvirlivað og sostatt havt ein sunnan búskap. Tann parturin av flotanum, sum ikki klárar seg, fellur burtur og nýggjar kreftir kunnu koma til. Hetta er meginreglan í einum liberalum vinnulívi.
Útlendskar handilsfyriøkur siga, at føroyingar ikki kunnu fáa fatur í teimum sáttmálunum, sum gjalda hægsta prísin fyri fiskaúrdráttir, tí vit ikki kunnu tryggja okkum rávøruna frá føroysku skipunum.
Men við einum útflutningssáttmála við høgum prísum í hondini ber til at gjalda meira fyri fiskidagarnar á eini uppboðssølu og harvið vinna kappingina.
Sannlíkt er, at tey, sum sita við loyvum í dag, helst seta seg hart ímóti eini slíkari skipan. Ivin fyri úrslitinum av møguligari kapping sáar jú ótta.
Tað kann væl vera, at nýggir aktørar koma inn í fiskivinnuna á sjógvi, men ræðisrættindini koma á hendan hátt altíð at vera landsins ogn, meðan møguleikarnir blóma í vinnuni júst so sum flest allir føroyingar ynskja.
Politikarar eiga at skapa karmar fyri allar føroyingar, sum er til frama fyri alla tjóðina. Ein tryggur vegur at røkka hesum er at gera lógirnar eins fyri øll.
Hetta eru mál, sum skulu røkkast áðrenn loysingina.
Eingin samgonga einsamøll, men Føroya fólk fremur loysing. Og Føroya fólk fremur onga loysing fyrr enn tey á egnum kroppi merkja, at lógin er eins fyri øll.