Eitt genialt uppskot frá Miðflokkinum

Uppskot Miðfloksins um fólkaatkvøðu um blokkin er genialt.

 

Bill Justinussen

Form. Miðfloksins



Uppskot Miðfloksins um fólkaatkvøðu um blokkin er genialt. Tað kann loysa samgonguna úr tí óvissu, sum hon hevur verið í seinastu 3 árini. Og sum í grundini allir føroyingar eru í, nevniliga: hvar standa vit í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Uppskotið er genialt, tí tað er fullkomiliga óbundið at tí kegli, sum annars hevur verið um, at vit við eini fólkaatkvøðu antin siga ja ella nei til ríkisfelagsskapin. Við fólkaatkvøðu um niðurskurðin av blokkinum fáa vit at vita, hvar føroyingar standa, samstundis sum vit ikki á nakran hátt spæla bind og loys við danir.


Nú hevur samgongan møguleikan

Hóast Óli Breckmann í Degi og Viku týskvøldið (helst sum umboð fyri samgonguna) royndi at snúgva sær undan við populerum vendingum sum ?at politikkarar eru valdir at taka óbehagiligar avgerðir?, so hevði tað avgjørt verið skilagott av samgonguni at tikið undir við uppskotinum. Vallyftini til seinasta val kundu ikki misskiljast: spurningurin um framtíðarstøðu Føroya skuldi avgerast við fólkaatkvøðu. Og frá fyrsta degi hevur hendan samgongan jabbað um hesa atkvøðu og gjørt alt fyri at sannføra føroyingar um, hvussu stórt hennara demokratiska tilvit er. Nú hava tit møguleikan fyri at prógva trúvirðið.

Og hvat so, um tað er ein andstøðutingmaður, sum hevur lagt uppskotið fram. Hetta er ikki eitt uppskot, sum samgongan kann leggja fram, tí hetta liggur langt undir tey mál, sum hon hevur sett sær. Men hinvegin fáa tit eitt svar, sum tit kunnu brúka til nakað, um tit lata Føroya fólk siga sína hugsan um hesi viðurskifti. Lítið ikki á, at veljarakanningar loysa hesar gáturnar fyri tykkum. Bara ein verulig fólkaatkvøða kann geva eitt veruligt svar.

Kann samgongan

atkvøða ímóti?

Í ringasta føri kunnu tit lata vera við at atkvøða ímóti, so ger andstøðan arbeiðið fyri tykkum og samtykkir uppskotið. Spurningurin er, um samgongan kann loyva sær at atkvøða ímóti. Ger hon tað, vil tað helst føra við sær, at hon prógvar fyri øllum føroyingum, at hon ikki er sinnað yvirhøvur at lata føroyingar siga sína meining um nakað í framtíðarstøðuspurninginum. At hon onki meinar við fólkaræði, og at hon ikki torir at hoyra sannleikan. Minnist til: tað var samgongan, sum lovaði fólkaatkvøður, ikki eina men heilar tvær.