Fótbóltur: Ársins fyrsti landskappingardystur varð bríkslaður í gongd við Løkin í Runavík mikukvøldið klokkan hálvgum sjey. Stívliga eitt korter seinni varð sami dystur avblástur. Ransin N. Djurhuus, dómari, gjørdi av at steðga dystinum millum NSÍ og ÍF.
Hetta hóast hann hevði valt at bríksla dystin í gongd meðan meðan grovur kavaælingur var, og hóast Debes Danielsen hevði lagt NSÍ á odda og støðan var 1-0 til heimaliðið.
– Eg tók mína avgerð út frá støðuni, sum hon var júst tá. Vit sóu ikki linjurnar kring vøllin, og tá er ógvuliga trupult at taka nógvar avgerðir og ikki ráðiligt at spæla fótbólt, sigur Ransin N. Djurhuus, sum í hesum sambandi eisini tosaði við hjálpardómarar sínar.
Ransin N. Djurhuus vísir á, at hann ikki kundi vita, hvussu veðrið fór at verða aftaná.
– Tá eg bríkslaði dystin av, var tað ógvuliga kalt. Somuleiðis kavaði tað illa, tá dysturin byrjaði, men eg hugsaði, at tað kundi vera eitt æl, sum fór at steðga. Eitt gott korter seinni kavaði tað framvegis illa, samstundis sum kavin bara bleiv liggjandi á vøllinum, greiðir Ransin N. Djurhuus frá.
Dómarin leggur aftrat, at hann grundaði sína avgerð á tær heimildir, sum reglugerðirnar geva honum, fyri at steðga einum dysti.
Hinvegin sigur Ransin N. Djurhuus seg væl skilja, at summi hava hug at argast um avgerðina, tá veðrið bleiv gott, stutt eftir at hann bríkslaði dystin av.
– Tá eg koyrdi suðuraftur, irreteraðist eg sjálvandi um, at tað bleiv so, sigur Ransin N. Djurhuus, som kortini ikki heldur, at avgerðin, hann tók, var skeiv.
– Eg føldi, at tað var rætt at gera tað tá, sigur hann.
Undrast í NSÍ
Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, er millum teirra, sum undrast og argast um avgerðina hjá Ransin N. Djuruus.
– Tað kavaði rættiliga illa, tá vit byrjaðu dystin. Tá dómarin bríkslaði av, var veðrið faktiskt betri, enn tá dysturin varð bríkslaður í gongd. Og tíggju minuttir seinni var vøllurin grønur og vit høvdu frálík fótbóltslíkindi restina av kvøldinum, greiðir Pauli Poulsen frá.
Ikki tí, Pauli Poulsen heldur tað ikki vera órímiligt, at dómarin valdi at steðga dystinum. Men hann undrast yvir, at tey ikki fingu møguleikan at rudda vøllin.
– Høvdu vit fingið fimm minuttir at rudda linjurnar, so høvdu vit havt ein reinan vøll og bláan himmal. Men vit verða ongantíð hoyrdir í hesum málinum, ger Pauli Poulsen greitt.
Ransin N. Djurhuus sigur sjálvur, at hann ikki ráðførdi seg við liðformenninar, tá hann gjørdi av at steðga dystinum.
– Eg greiddi teimum frá, at eg hevði tveir møguleikar sum støðan var. Fyrri møguleikin var at fáa fólk at rudda vøllin og vóna, at veðrið fór at batna. Seinni møguleikin var at steðga dystinum, og tað var henda møguleikan, eg valdi, greiðir hann frá.
Spurdur um, tað ikki hevði verið rætt at steðgað dystinum eina løtu, meðan vøllurin varð ruddaður, svarar Ransin N. Djurhuus, at tað ikki var til at siga, hvussu veðrið fór at verða.
– So skalt tú satsa og tað gjørdi eg ikki. Tað var eisini kalt tá, og so kanst tú spyrja teg sjálvan, hvussu leingi tú kanst hála menn út og inn av vøllinum, meðan tú bíðar eftir veðrinum, sigur Ransin N. Djurhuus.
Øðrvísi uttanlands
Pauli Poulsen skilir kortini ikki avgerðina hjá Ransin N. Djurhuus. Hann vísir á, at tað er púra vanlig mannagongd uttanlands, at dystir verða steðgaðir eina løtu fyri at gera linjurnar sjónligar, ella tí at eitt nú roykur fyllir stadion. Hetta var ikki støðan við Løkin, og tískil kom tað sera óvart á hann, at dysturin eisini skuldi spælast av nýggjum.
– Uttanlands er tað einki óvanligt í at taka dystir uppaftur, har teir vórðu sleptir, vísir Pauli Poulsen á. Men sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so hevur Fótbóltssambandið ikki aðrar møguleikar enn at áseta nýggjan dyst.
Hinvegin sæst eisini, at sama reglugerð gevur dómaranum møguleika at steðga dystinum í ein heilan tíma, áðrenn hann verður tikin uppaftur. Tað høvdu fleiri í Runavík helst sett prís upp á, um dómarin gjørdi í Runavík hetta kvøldið. Um ikki annað, so ein hálvan tíma ella eitt korter.
So var ikki og dysturin varð – eins og allir hinir í fyrsta umfari – síðani spældur skírisdag. Tá var ÍF omaná og vann 1-2. Sama úrslit var við Margáir í Streymnesi, har B36 var omaná. Hetta vóru teir báðir dystirnir við fægst málum, tí á Toftum vann B68 5-0 á B71, meðan heili átta mál komu bæði í Gøtu og í Gundadali í Havn
Heilt óvæntað fekk FC Suðuroy javnleik við at spæla 4-4 ímóti HB, meðan Víkingur setti AB upp á pláss og vann 5-3.