Eitt hendingaríkt landsliðsár

Fótbóltur: Landsliðsarbeiðið hjá FSF fevnir um tíggju av ársins tólv mánaðum. Men enn er ikki pláss fyri nøkrum A-landsliðið til kvinnurnar

Síðani Føroyar fingu limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum fyri góðum tíggju árum síðani, er landsliðsvirksemið hjá Fótbóltssambandinum fleirfaldað, og árið í ár verður eisini nógv merkt av landsliðsvenjingum og landsdystum.

A-landsliðið hjá monnum er sum vera man tað, sum hevur størsta áhuga, og her ganga Føroyar einum spennandi og vónandi gevandi árið á møti. Landsliðið skal í ár spæla fimm undandystir til EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia næsta ár. Av hesum eru heili fýra heimadystir ? móti Skotlandi og Bosnia/Hersegovina í juni, og móti Estlandi og Litava í september ? og umframt at hetta skuldi givið Fótbóltssambandinum nógvar krónur í kassan ? og tað eru hesir pengarnar, sum fíggja ein stóran part av øllum hinum landsliðunum ? so skuldi tað eisini verið møguleiki fyri, at 1999 reint ítróttarliga kann geva nógv.

Men hóast A-landsliðið sum vera man er »flaggskipið«, so er tað bert ein lítil partur av samlaða landsliðsarbeiðnum, sum verður í hæddini í summarmánaðunum frá mai til september. Nógv tann størsti parturin fevnir um ungdómslandsliðini, har Fótbóltssambandið hevur arbeitt við hepnari hond seinastu árini.

Síðani FSF av álvara fór undir at arbeiða seriøst við ungdómslandsliðunum fyri nøkrum árum síðani, hava úrslitini hjá U-landsliðunum verið betri og betri, og fleiri kappingar hava eisini verið hildnar í Føroyum og verið væleydnaðar. Hetta stavar alt frá góðum fyrireikingararbeiðið og hevur rós uppiborið.


Kvinnurnar

bíða framvegis

Einasta hjartasuffið má vera kvinnurnar, sum eru eitt slag av eftirbáti við tað, at einki A-landslið er til tær. Í 1995-96 vóru kvinnurnar við í altjóða kapping, har tær fingu bæði góð og ring úrslit. Hetta arbeiðið datt niðurfyri og er enn ikki tikið uppaftur.

Í fjør høvdu føroysku kvinnurnar eitt U18-landslið, men einki eldri. Og í ár er støðan tann sama. Endamálið við at hava eitt U18-landslið hjá kvinnunum má vera, at ætlanin upp á longri sikt er at fáa eitt A-landslið. Tí tað er lítið høpi í, at tær sum gerast ov gamlar til U18-liðið enda í »ongamannalandi« og ikki kunnu brúka royndirnar frá U18-liðnum til nakað víðari.

Alt er sjálvandi ein spurningur um pengar, og tað er skiljandi, at Fótbóltssambandið ikki vil leypa út, har tað ikki grynnir. 1998 var soltið peningaliga hjá FSF, men roknað verður við, at árið í ár fer at geva nógvar inntøkur, fyrst og fremst frá A-landsliðnum hjá monnum. Vónandi kunnu nakrar av hesum inntøkunum eisini brúkast til arbeiðið við at endurstovna eitt A-landslið hjá kvinnunum, sum munnu kenna seg eitt sindur forsømdar í løtuni við ongum altjóða avbjóðingum og eini landskapping, sum broytir skap so at siga hvørt ár.

Fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram, at kvinnurnar kanska sleppa við í eina norðurlandakapping fyri feløg, og at Føroyar skulu senda eitt slag av landsliði til hesa kappingina. Vónandi er henda ætlanin framvegis uppi og vendir, tí hetta kundi verið eitt frálíkt høvi at fingið føroysku kvinnurnar út í Europa, har tær hava staðið seg væl fyrr og hoyra heima á sama hátt sum menninir.