Sum fyrsta føroyska virkið nakrantíð, vað Havsbrún fríggjadagin kosið sum ársins virkið. Bergur Poulsen, stjóri, tók móti heiðrinum, og hann er errin um, at hansara virkið er vorðið tað fyrsta í røðini.
? Vit taka tað, sum eina viðurkenning fyri tað íkast, sum vit geva samfelagnum, bæði lokalsamfelagnum og tí stóru heildini, sigur hann.
Býurin og virkið eru tætt knýtt at hvør øðrum og tað er ikki sørt, at fuglfirðingar eru ernir av, at júst teirra virkið var kosið.
? Tað hevur ávísan týdning fyri bygdina og fyri starvsfólkið, og tað gevur einum áræði at halda á, sigur hann.
Gloyma týdningin
vinnulívið hevur
Stjórin á Havsbrún sigur við Sosialin, at hann er fegin um hetta nýggja tiltakið.
? Vit hava lyndið til at gloyma týdningin, sum vinnulívið hevur fyri føroyska samfelagið og tað er galdandi fyri vinnuna sjálva, men so sanniliga eisini fyri fjølmiðlarnar. Eg haldi, at tað er ov lætt at klikkja niður á vinnulívið, tá tað ikki gongur nóg væl og gloyma tað, tá tað gongur væl, sigur Bergur.
Vinnan er týdningarmikil partur av føroyska samfelagnum og tað eigur at vera virðismett eitt sindur hægri, heldur hann.
Fleiri styttri fyrilestrar vórðu hildnir og m. a. segði Finnbogi Arge landsstýrismaður, at vinnan eftir hansara tykki blandar seg alt ov lítið upp í samfelagskjakið. Hesum er Bergur Poulsen lutvíst samdur við honum í.
? Tað er rætt. Sjálvandi skal vinnan blanda seg, men tað skal ikki vera so, at hon alla tíðina rópar um alt, sum rørir seg. Tað skal gerast seriøst og við skili. Búskapar- og vinnupolitikkin haldi eg saktans, at vinnan kann tosa við um, men so eru eisini onnur meira viðkvom mál, sum vinnan ikki eigur at nerta, sigur Bergur Poulsen.
Úr vøggu í grøv
Tá fólk hoyra navnið Havsbrún munnu tey flestu hugsa um lýsi og fiskamjøl, men hóast tað er ein stórur partur av virkseminum, so er Havsbrún eisini annað enn tað.
? Vit hava altíð tykist við hasi virkisøkini, men takast við so øgiliga nógv annað enn tað eisini, sigur Bergur.
Hann vísir á, at teir eisini hava skip og eru við í laksaframleiðslu frá smolti til lidna vøru.
Men høvuðsøkið er og verður framleiðslan, sum virkið byrjaði við, men tað er eisini ein neyðugur partur.
Havsbrún er ein av teimum stóru fóðurframleiðarunum, og tann framleiðslan er jú alneyðug skal lív haldast í alivinnuni.
Men er tað kortini ikki at ganga ímóti tíðini, at brúka fisk, sum kann brúkast til matna, til mjøl, lýsi og fóður?
? Vit hava roynt at virka svartkjaft til matna, men tann framleiðslan var ikki burðardygg. Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at royna tað aftur, men tann framleiðslan, sum vit hava nú, er burðardygg og tað er tørvur á henni. So eg haldi ikki at tað er at fara ímóti tíðini, sigur Bergur Poulsen, sum leggur afturat, at tað ikki longur verður kallað ídnaðarfiskur, men fóðurfiskur.
Jøvn menning
Tá vit spyrja Berg um málsetningin fyri virkið sigur hann, at høvuðsmálsetningurin er at hava eina javna menning av virkinum soleiðis, at tað alla tíðina er kappingarført.
? Vit royna alla tíðina at betrað um tað vøruútboðið, sum vit hava. Vit hava ikki havt fyri neyðini, at fara í holt við nýggjar framleiðslur, men hava harafturímóti roynt at spjaða virksemi, so vit hava betri grundarlag at byggja á. Tað ætla vit at halda fram við, soleiðis at tey 100 starvsfólkini á virkinum hava eina framtíð her, sigur Bergur Poulsen at enda.