Eitt íkast til almenna orðaskiftið


Eftir Jan Müller

blaðstjóra


Blaðið tú her hevur í hondini ella liggjandi á borðinum framman fyri teg er ein roynd hjá Sosialinum at viðgera eitt stórt álvarsmál frá fleiri ymsum sjónarvinklum. Komandi oljuleiting og í kjalarvørrinum á henni ein spildurnýggj vinna í Føroyum eru um sama mundið ein spennandi og álvarslig avbjóðing. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt føroyingar siga, at tað hevði verið gott, um búskapurin hevði fleiri bein at standa á. Fiskivinnan, fiskiídnaðurin, alingin, ferðamannavinnan, IT-vinnan eru vinnur, sum eru komnar fyri at verða, men hesar vinnur kunnu eisini verða svikaligar. Fyri samfelagið er tað tí gott at fáa enn eitt bein at standa á.

Hvør hevði droymt um ella dugað at ímyndað sær fyri kanska 10 til 15 árum síðani, at Føroyar í 21. øld fóru at lata dyrnar upp til ta í sama bili lovandi sum ræðandi oljuvinnuna! Nú er hetta so við at gerast veruleiki. Fleiri av heimsins størstu oljufeløgunum hava latið ella skulu til at lata upp skrivstovur her, og starvsfólk teirra leita sær innivist ikki bert fyri veturin, men møguliga fyri eina langa tíð fram.

Fyrsti borurin verður settur í undirgrundina um gott og væl eitt hálvt ár. Vil heilt væl til sprýkir oljan ? um hon finst ? kanska upp hesa tíðina næsta ár. Tá ? og latið okkum sjálvandi undirstrika ? um hetta hendir ? byrjar eitt spildurnýtt tíðarskeið í ikki bert føroyskari vinnusøgu men í Føroya søgu. Tí ein so stór og ógvuslig vinna fer at merkjast í øllum liðum og øllum herðashornum í samfelagnum - upp á gott og ilt.

Nettupp hesi bæði seinastu orðini ? upp á gott og ilt ? er tað hetta serblað snýr seg um. Hvussu kunnu vit føroyingar sjálvir stýra útviklinginum, soleiðis at vit fáa sum mest gott burtur úr og avmarka negativu avleiðingarnar mest møguligt! Fortreytin fyri at kunna svara hesum er upplýsing og orðaskifti ? júst tað, sum vit royna at liva upp til sum blað.

Sosialurin hevur longu fylgt gongdini í hesum máli í mong ár. Vit hava roynt at leggja fram sjónarmiðini hjá føroyingum eins og útlendingum, sum hava havt eitthvørt tilknýti til oljuvinnuna. Vit hava roynt at seta fram spurningar. Summir teirra eru svaraðir, men nógvir liggja ósvaraðir. Kanska heldur ikki so løgið, tí torført er hjá okkum føroyingum at fyrihalda okkum og hava eina støðu til nakað, sum er so nýtt og fremmant fyri okkum, sum altjóða oljuverðin er tað.

Upprunaliga ætlanin við hesum eykablað var at geva okkara íkast til komandi aðalorðaskiftið á Føroya Løgtingi, sum løgmaður boðaði frá í ólavsøkurøðu síni skuldi verða í november í ár.

Síðani er tað hent, at góðar kreftir her á landi hava tikið seg saman fyri at skipa eina altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har serligur dentur verður lagdur á leiklutin hjá føroyskum vinnulívi í komandi oljutilgongdini. Við øðrum orðum er »Oljublaðið« lutvíst eitt íkast til orðaskiftið á tingi og í samfelagnum sum heild um tær avbjóðingar, sum nýggja vinnan hevur fyri øll hugsandi lið í samfelagnum ? harumframt er tað ein roynd at birta uppundir orðakiftið á Oljuráðstevnuni, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag. Góða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum ? gott orðaskifti á Løgtingi og samfelagnum annars!