Eitt (kvasi)Berlusconi-samfelag

Í dag er bara ein vika eftiri til veljarin hevur avgerðina, og vanliga átti hann at verið dúgliga og sakliga informeraður av øllum politiskum flokkum og kandidatum gjøgnum okkara media(fjølmiðlar). Verður veljarin nú tað?

Er okkara kringvarp yvirhøvur ført fyri at lyfta ta byrðina, sum skilagóð og objektiv public-service krevur.
Taka vit t.d. fyrst tann republikanska listan hjá tjóðveldinum, sum jú knossar fyri at smoyggja eina Hoydalsrepublikk niður yvir meinaleysar føroyingar, so eru á júst tí listanum ikki færri enn fimm nú- og fyrrverandi journalistar: Ingi, Ingálvur, Øssur, Høgni Hoydal sjálvur og Hermaður Oskarsson, sum jú hevur verið aktivur økonomi-kommentator í kringvarpi fleiri ferðir. Hetta er altso ein fjølmiðlalisti.
Her verða avgjørt grotesk habilitetsproblem hjá kringvarparum at baksa við.
Kringvarpið hevur gjøgnum meira enn tíggju ár havt ófatuliga sterka republikanska slagsíðu. Hetta hevur Jóhan Petersen av Glyvrum ofta dokumenterað. Øll kenna og hava t.d. ofta sæð tað herostratiskt kendu Katrin Petersen, sum púra skammleyst yvirfúsar sambandsfólk í samrøðum, meðan hon líka so konsekvent kelar og klappar loysingarfólki verbalt, tá ið tey koma í varpingarhendur
Eitt av mínum mongu systkinnabørnum plagar at taka til, at vit í Føroyum , síðani Høgni Hoydal setti seg á sjónvarpið í 90´unum bara hava havt republican-service í staðin fyri public service, og tað sær út sum um nógvir av teimum ungu mikrofon-gørpunum halda, at tað stórt sæð er tað sama!
Um so er, kunnu vit valla vænta nakra sakliga viðgerð av tí politisku telvingini fram ímóti 29. september. Eitt ódámligt samband millum fjølmiðlar og aktivan politikk hevur eyðkent Italien, síðani Silvio Berlusconi, fjølmiðlamilliarderurin úr Milano fór upp í politikk. Er tað eitt slíkt samfelag, vit ynskja?

Man eigur ikki at hava meira enn eina embætishúgvu
Tað, sum kann undra, er, at fólk troysta sær at útseta seg sjálvan fyri slíkan mistanka um subjektivitet og inhabilitet, tí tey mugu vita, at tað fyrr ella seinni fær konse-kvensir fyri teirra autoritet og trúverdugheit sum formidlarar.
Vit kunnu t.d. taka harra Hermann. Hesin Oskarssonur hevur í fleiri ár spælt rolluna sum objektivur økonomiskur eygleiðari. Hvussu kann man vera tað og so samstundis aktivur tjóðveldismaður. Alt sum hann hevur sitið og møsnað um í fjølmiðlunum, síggja fólk nú eru avmarkaðir ”sannleikar”, tí tað eru religiøs tjóðveldis-sjónarmið.Hesin maðurin hevur eisini verið formaður fyri tí sokallaða Búskapar-ráðnum á sinni. Slíkt má næstan vera schizofrent.
Dumpar hann til Løgtingið, fer hann helst aftur at lata seg í ta ”neutralu” eyg-leiðaraskjúrtuna. Hvør kann taka slíkan persón í álvara?
Endiliga hevur diplomatiið eisini fingið sítt umboð á hesum barokka listaskapilsi. Frú Gunnvør Balle er skamm eisini uppstillað hjá republikanarunum. Hon skuldi annars verið politiskt neutral og uttanveltað, sum tað sømir seg sendifólki í tí diplamatiska liðinum. Hvussu kunnu vit líta á politiserandi diplomatar?
Hevði tað ikki verið til Løgtingið, at hetta omanfyrinevnda liðið fríggjaði, skuldu vit hildið, at tey stundaðu eftir at koma á pallin í eini ovurskemtiligari operettu.
Nú er tað so, at man fær viðhvørt ”kjallara”viðmerkingar frá diversum skribentum, sum eru ósamdir við einum, og eg havi av royndum fyri nógvum árum síðani vant meg við tónan hjá viðmerkjarum. Hann er einfaldur og stutt sagt hesin: Fólk, sum kritisera manipulatión, korruptión og politiskt hjálparloysi hjá fullveldisfólki eru hatifull, ónd og illsint. Men tey kerligu, góðu og blíðu gloyma at leggja afturat, at tey sjálvi oftast eru eiðasør fyri humor og eingin teirra bjóðar til at argumentera imóti tí, sum substansurin er.