Tá vit spurdu Fróða Holm Knudsen um eina viðmerking, til tíðindini, ið Útvarpið bar í gjárkvøldið, um at samkynd ikki kundu boða frá síni kynsligu sannføring á heimasíðuni Faroedating.fo, legði hesin markanti forsprákari fyri javnrættindum fyri samkynd ikki fingrarnar ímillum.
- Hettar er jú bara enn ein roynd hjá fundamentalistunum at brúka samkynd í teirra egna stemmufiskaríi. Hettar er reint spin. Og hvør veit, um ikki tann samkynda, ið ringdi til útvarpið ikki í veruleikanum bara var ein partur í hesum mediistuntinum, sum var lagt til rættis niður í minstu detalju? spyr Fróði og heldur fram:
- Tí ongin trýr væl av álvara, at hendan dating síðan fer at føra til, at føroysk pør finna hvønn annan?
- Vit samkyndu hava simpulthen fingið høvuðsleiklutin hjá kristnu fundamentalistunum í teirra roynd at fáa fleiri við innanfyri girðingina, sigur hann.
- Sannleikin er jú, at onki dagblað tímir at skriva á forsíðuni, at nú er Jesus aftur á veg, vit fara singlandi niður í helviti, um vit ikki venda við og akta Guðs orð, soleiðis sum fundamentalistarnir tulka Guðs orð. Ongin blaðkeypari vil rinda pengar fyri eina slíka forsíðu, og tað skapar onki orðaskifti. Ein sovorðin útsøgn hevði hægst fingið eitt lítið pláss á síðu 34 í Dimmalætting ella Sosialinum. Boðskapurin er simpulthen for ósexuttur, heldur Fróði og sigur:
- Tí skulu heilt aðrar metodir brúkast fyri at seta dagsskránna hjá fundamentalistunum og hvat er meira leskiligt enn vit samkyndu? Vit hava jú alt eru sexutt og eru ein minniluti, sum øll skilagóð fólk halda skulu hava javnrætt. - Við at leypa á okkum fær mann tað neyðugu øsingina og tá roykurin hevur lagt seg stendur boðskapurin eftir um, at fundamentalistarnir finnast og standa klárir við opnum ørmum at taka ímóti teimum vilstu sálunum.
- Soleiðis fingu fundamentalistarnir aftur ræði á dagsskránni í nakrar dagar. Tað keðiligasta sum kundi hent fyri fundamentalistarnar var, at allir føroyskir fjølmiðlar valdu heilt at síggja burtur frá øllum innleggum, sum tvinna fundamentalistiskan kristindóm við samkynd. So hevði kreppa komið í í fundamentalista-høvuðsborgini har spinnið verður skapt, tí hvussu skulu vit nú lýsa við fundamentalismuni?