28 ára gamli Heðin Ferjá Heldarskarð er útlærdur sum fínplátusmiður, men hevur eisini áhuga at brúka evni síni og lærdómin til annað.
Hann hevur nevniliga fingið til uppgávu at gera eitt spennandi býarprýði - ella standmynd, um ein vil.
Í roynd og veru er talan um fýra serstakar steinar, sum verða settir upp í miðbýnum - sum eitt merki um teir fýra býlingarnar í Klaksvík, teir fýra hagapartarnir í býnum og tær fýra høvuðsættirnar.
Arbeiðið við standmyndini líður rættiliga væl: Steinarnir eru stoyptir niður í formar, og eru í roynd og veru klárir at setast á rætta stað.
- Um alt gongur sum tað skal, so verði eg liðugur til Summarfestivalin, sigur Heðin.
Millum manna hevur verið tosað um hesa heldur sjáldsomu standmyndina. Sum skilst eru fólk sera spent uppá at síggja hana lidna.
Tað er helst so sum Heðin sjálvur sigur tað: - Tey verða uttan iva rættiliga bilsin. Vøkur, - tað verður hon í øllum førum!
Fýra býlingar
Tað eru eini fýra ár síðani at tosið um eitt prýði av rundkoyringini við Posthúsið tók seg upp. Hann sendi inn eitt uppskot og varð tað góðtikið.
Heðin hevur verið sera íðin og spentur eftir at kunna fullføra hesa uppgávuna. Hon skuldi gerast rætt og úr røttum tilfari: Lokalum gróti!
Eitt skifti brúkti Heðin nevniliga nógva tíð í fjøllunum, har hann leitaði eftir nøkrum ávísum steinum sum allir skuldu líkjast.
Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí teir skuldu hava sama skap og somu stødd, t.v.s. umleið 140 cm langir. Men so skuldu teir eisini verða tiknir úr teimum fýra hagapørtunum: í Vági, Myrkjanoyri, Gerðar og Uppsalar.
- Eg brúkti einar 14 dagar at finna fram til hesar steinarnar, og fekk so tyrluna hjá Atlantsflogi at flyta teir oman - tí hvør teirra vigar millum 400 og 500 pund.
- Teir skuldu nú setast á tann grøna blettin í rundkoyringini ímóti teimum fýra ættunum, greiðir Heðin frá.
Ikki nokk við tað: Teir umboða somuleiðis teir fýra býlingarnar í Klaksvík, sum so líðandi eru vaksnir saman til ein einstakan bý í dag.
Kumpass í miðjuni
Eitt eru so standmyndin ella standmyndirnar sjálvar. Heðin ætlar somuleiðis at binda steinarnar saman við stáli.
Hetta ger hann umvegis eina kjarnu í miðjuni, sum skal ímynda eina kumpass. Soleiðis miðar hann eftir at steinarnir skulu avmynda tann føroyska árabátin.
- Eg komi at gera tað soleiðis, at tað líkist einum báti, óansæð hvaðani tú kemur koyrandi inn í rundkoyringina.
- Klaksvík er jú okkara fiskivinnuhavn, og tí helt eg at tað var týdningarmikið eisini at hava tann partin við, sigur Heðin.