Motorsúkklustevna
Hetta var eitt minni fyri lívið.
Øll tey mongu motorsúkklufólkini, sum koyrdu Suðuroynna á tamb í vikuskiftunum vóru avbera væl nøgd.
Og vit hava tosað við meiri enn ein, sum helt, at hetta var eitt minni fyri lívið. Tey halda, at áhugin fyri súkklunum og blíðskapurin á ferðini var størri enn tey eru von við á øðrum ferðum og tað fløvaði, siga tey.
Ein fortreyt fyri einum góðum túri á motorsúkku, er veðrið og ikki kann sigast annað, enn at tey høvdu veðurgudarnar í sínum parti hetta vikuskiftið. Leygardagin var veðrið av tí allarbesta. Sunnudagin var eitt sindur meiri vindur, men ikki so tað bilaði - og hekkuportrið á Smyrli var ikki meiri enn komin í lás, so oysregnaði.
Tað vóru eini 90 motorsúkklufólk úr øllum landinum, sum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu í Suðuroynni hetta vikuskiftið. Tilsamans vóru um 60 súkklur av øllum sløgum og øllum støddum við. Av teimum vóru um helmingingurin norðaneftir og helmingurin vóru súkklur úr Suðuroy.
? Hetta eru meiri enn tað plagar at vera, men tað hevur eisini verið ein ótrúliga góður túrur, sigur Ove Ritter úr Havn, sum er av tí sanna motorsúkklufólkinum.
Tvær ferðir um árið verður skipað fyri stevnu sum hesari og stevnurnar eru fyri øll, sum hava áhuga fyri motorsúkklum. Tað er sostatt ikki neyðugt at eiga súkklu fyri at vera við. Stevnurnar eru altíð fyrsta vikuskiftið í mai, tá ið motorsúkkluárið byrjar og seinna stevnan er altíð fyrsta vikuskiftið í september, áðrenn allarflestu súkklurnar verða settar undir tak fyri veturin.
Motorsúkkluáhugaðir í Føroyum hava stovnað felagið MC- Føroyar og tað er hetta felagið,sum aðruhvørja ferð skipar fyri hesi motorsúkklustevnuni. Aðruhvørja ferð er tað Føroya Ellisakfar, sum skipar fyri. Hesuferð áttu Føroya Ellisakfar tørn at skipa fyri.
Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri motorsúkklustevnu, men hetta er tann fjølmentasta, sum hevur verið.
300 motorsúkklur
At koyra á motorsúkklu er ein áhugi, sum hevur vundið heilt nógv upp á seg í Føroyum seinastu tíðina.
?Í løtuni eru einar 300 motorsýkklur skrásettar í Føroyum og tað er nógv meiri enn fyri nógv árum síðani.
Men tað er væntandi, at hetta fer at vinda nógv meiri uppá seg, tí eftir fólkatalinum eru tað bara helvtina so nógvar motorsúkklur í Føroyum sum í Danmark.
Tað hevur eisini altíð verið sagt, at tað er eitt mannfólkaítriv burturav at koyra á motorsúkklu.
Hetta er ikki sannleikin longur, tí tað sær út til, at verða blivið eitt satt mótarák ímillum konufólk at fáa sær koyurikort til motorsúkklu.
Ein á stevnuni, sum stutt síðani hevði tikið koyrikort til motorsúkklu, greiddi frá, at á tá ið hon tók koyrikortið, vóru tey 17 tilsamans, men bara trý av teimum vóru mannfólk.
? Vit vera fleiri og fleiri, sigur Ove Ritter.
Hann sigur, at ofta eru tað fólk, sum eru komin eitt sindur til árs, men sum ikki hava roynt tað áður, sum nú fáa sær koyrikort til motorsúkklu.
?Men talan er eisini um nógv fólk, sum eru komin upp í árini, men sum koyrdu motorsúkklu á ungum árum. Men so fingu tey børn og seldu motorsúkkluna og keyptu barnavogn ístaðin.
? Nu eru so børnini farin úr reiðrinum og so kemur longsulin eftir motordrivna hjólhestinum aftur.
Men tað eru eisini nógv ung, sum fáa sær motorsúkklu
Rossafólk við motori
Ove Ritter heldur, at motorsúkklufólkið er ikki øðrvísi enn rossafólkið. Tey hava rossini, vit hava súkkluna.
? Vit koma nógv út í nattúruna, vit fáa nokk av frískari luft. Tað er balsam fyri sálina at koma burturúr gerandisdegnum eina løtu og føla roykin av grasi í nasunum. Og vit eru eisini partur í einum felagsskapi, tí vit, sum koyra motorsúkklu, hava altíð nóg mikið at práta um.
Les eisini síðu 7.