Eitt øðrvísi staklag

Hervør á Torkilsheyggi hevur skrivað ein sang um samskiftið við børnini hjá sær

Fyri stuttum hevur Hervør Sabina á Torkilsheyggi givið út ein sang, sum kann keypast á http://www.hervorsabina.com.

 

Talan er um eitt staklag, har sangarin handlar um samskiftið ein mamma hevur við síni børn. Sangurin hevur heitið "Bíða". 

 

Undir myndini ber til at hoyra Hervør greiða frá sanginum. Í endanum av ljóðbrotinum ber til at hoyra ein lítlan part av sanginum.

 

Um staklagið kann sigast:

 

Framleitt av Jens L. Thomsen
Upptikið og ljóðblandað av Jens L. Thomsen í Støkumørk, Innan Glyvur
Mastrað av Matt Colton í Alchemy Mastering, London
Hervør S. á Torkilsheygi: Orð og lag
Hervør S. á Torkilsheyggi: Røddir og knips :)
Kári á Torkilsheyggi: Akk. guitar og knips
Per I. H. Petersen: Trummur og congas
Angelika Nielsen: Viola og violin
Súsanna Joensen: Tvørfloyta og alt tvørfloyta
Jan Nónklett: Wurlitzer
Jens L.Thomsen: Elbass, kontrabass, elguitar og moog.
Beinta á Torkilsheyggi: Covermynd og layout
Rockpipit: Útgevari