Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, kunngjørdi í dag nýggjan heimsstyrkislista. Føroyska landsliðið er dottið eitt pláss aftur á listanum síðan seinastu dagføring, og liggur nú nummar 194 av teimum 202 londunum. Føroyar hava einki stig vunnið sær síðan seinastu dagføring. Møguleiki var at vinna okkum stig í vinardystinum móti Íslandi í mars, men hann tapti føroyska liðið 0-3. Flestu londini í niðara endanum av styrkislistanum vinna sær stig í vinardystum, og Føroyar fær henda møguleikan í juni, tá ið Estland kemur á vitjan í Føroyum.
Topp 3 á styrkislistanum er óbroyttur. Her er Argentina á fremsta plássi frammanfyri Brasil og Italia. Svøríki liggur nummar 24, Noregi sum nummar 28, og Danmark heldur fast við 33. plássið.