Eitt puff úr skorsteininum var tað síðsta vit sóu

Umgyrdir av brimi stóðu fugloyingar hjálparleysir og hugdu at, tá ið Sauterness hvarv í dýpið

Hvussu nógvir mans vóru umborð á Jólaskipinum, tí stóra franska trolaranum Sauterness, sum sigldi undir Union Jack við útgerð til bretska herliðið í Føroyum undir seinna heimsbardaga, er ikki heilt vist. Manningin, sum røkti kanónir og maskinbyrsur, metir Niels Juul Arge, ið umrøður vanlukkuna í Stríðsárunum, at hava talt umleið 25-30 mans. Umframt vóru nøkur fá ferðafólk, millum annað sjálvur G. A. Perris, kapteinur, ið hevði ábyrgdina fyri øllum vørum, sum vóru sendar úr Leith til herliðið í Føroyum. Hann vildi sjálvur fara til Føroyar at kanna, hvussu vørurnar, ikki minst kjøtið varð viðfarið, frá tí, at tað fór av goymsluni í Leith, til tað kom á goymsluna í Føroyum.

Uttan iva hevur nógv gott verið umborð á skipinum, jólakrás og annað til herliðið í Føroyum. Nógv flotnaði upp, okkurt er ivaleyst komið til høldar onkustaðni, meðan annað liggur eftir á havsins botni.

Vanlukkan hendi 6. des. í 1941. Ringt veður var, og móti kvøldi hækkaði hann upp í útnyðring og vaks til ódn. Tað var av misgáum, at skipið kom á Fugloyarfjørð. Seint seinnapartin raktu viðingar við ein dampara og ein trolara. Hesin seinni var vápnaði Kerrera, ið fylgdi damparanum. Teimum tóktist løgið, at eitt skip kom higar at leggja seg upp undir ódnarveður av høgætt. Boðað var Skansanum frá, og frá teimum fingu viðingar at vita, at skipini høvdu boðað frá, at tey vóru komin á Fuglafjørð. Skansin svaraði aftur, at hann skuldi ankra. Fugloyingar sóu, at bæði skipini ankraðu á ringasta plássinum.

Símun Hansen, sum var lærari í Fugloy, sá tilburðin, og í 1952 skrivaði hann í Norðlýsinum um hendingina:

- Í kikara sóu fugloyingar, hvussu vorðið var. Alt var í einum hurlivasa, bond og endar slongdust higar og hagar, skipið hevði væl av slagsíðu til bakborðs, sum lá upp í vindin, á dekkinum sløddist órudd allar staðir. Fólk sást einki, men tað reyk. Meðan vit so standa og hyggja mest sum niður yvir skipið, sum av teim veldugu breiðu dyningunum verður blakað aftur og fram eins og var tað ein borðbátur, koma trý ófør óløgi suður gjøgnum fjørðin og skipið lá nú nógv undan alduni. Tað fyrsta kastar afturendan upp í loft, men tað liggur sum flesin, komið fram um tvørs brýtur tað tvørtur um bátin frá báðum síðum og fyllir hann framman, so forendin fer langt niður, nú er annað óløgið undir hekkuni, skumpar av grimd upp frameftir undir ta søkkandi skútu og gevur henni tað drepandi skumpið framyvir, so hon eftir høvdinum hvørvur í dýpinum. Eitt puff úr skorsteininum var tað síðsta vit sóu. Triðja óløgið kom bert fyri at leggja síðstu hond á hesa havsins ógerð. Næstu aldurnar sóu út, sum vistu tær einki ilt at siga frá. Høvdu vit ikki staðið og hugt at, var sorgarleikurin ókendur, men vit stóðu hjálparleysir, umgyrdir av brimi, skrivaði Símum Hansen.

Tveir bjargingarbátar við ávikavist trimum og fimm monnum sóust, men veðrið var so ringt, at hugsningur var ikki um at koma teimum til hjálpar. Tilsamans vóru líkini av seks monnum funnin, tríggir matrósar úr handilsmarinuni, tveir matrósar úr Royal Navy, og Perris kapteinur. Allir eru grivnir í kirkjugarðinum í Klaksvík.