Eitt ár í býráðnum 3: Skúlamálini troka á

Skúlamálini eru átrokandi í Tórshavnar Kommunu. Vit hava átta fólkaskúlar.

Onkur er rættiliga væl dagførdur, men fleiri eru ov smáir og hóska illa til krøvini, sum nútíðin setir. Tí verður úr øllum ættum rópt um nýbyggingar ella útbyggingar.
Sambært einum tilmæli, sum býráðslimir fingu frá fyrisitingini tíðliga í fjør, var brúk fyri at byggja fólkaskúlan út fyri einar 30-40 mió. kr. um árið í fleiri ár.
Ógvuliga lítið er framt í verki hetta farna árið. Eitt sindur varð summar bygt upp í Heimara skúla við Landavegin, sum hoyrir til Venjingarskúlan, og nakrar skúlastovur eru í heyst bygdar aftrat Hoyvíkar Skúla.

Argir, Hoyvík, Kollafjørður og Kaldbak
Farið er undir at meta um, hvat gerast kann á Argjum, í Hoyvíkshaganum og í Kollafirði.
Skúlin á Argjum má víðkast, tí skjótt kann hann ikki taka móti fleiri næmingum. Ein arkitektur hevur gjørt eitt skitsuuppskot, sum mentamálanevndin er kunnað um. Uppskotið er áhugavert og ikki sørt óvæntað.
Tær nýggju útstykkingarnar í Hoyvík fara at krevja meiri skúlapláss. Ætlanin er at byggja nýggjan skúla longur uppi, enn núverandi Hoyvíkar Skúli stendur. Arkitektar hava eisini í hesum førinum gjørt eitt skitsuprojekt. Her verður brotið upp úr nýggjum.
Felags fyri hesar ætlaðu byggingar er, at tær eru dýrar. Verða mettar til kanska einar 200 milliónir tilsamans. Men tær kunna fremjast í stigum, so møguleiki er fyri at gera eitt petti á Argjum, síðani eitt í Hoyvík o.s.fr. Endalig politisk støða er ikki tikin til nakað av hesum.
Kollafjarðar Skúli má nýtíðargerast. Býráðssamgongan hevur lagt til viks eina ætlan, sum kollfirðingar høvdu um at byggja ítróttarhøll og skúlastovur í einari bygging. Býráðið er farið undir at fyrireika hesar byggingar eftir øðrum leisti. Tey peningaligu krøvini eru eisini her stórt ivamál.
Eitt ætlan er gjørd um at útbyggja bygdarskúlan í Kaldbak, sum er vorðin alt ov trongur. Har hevur verið hugsað um samstundis at gera eina miðstøð í bygdini. Byggingin er ikki enn komin á íløguætlanina hjá Tórshavnar Kommunu, men kann fremjast í fleiri stigum og skúlahølini sjálvi kunnu byggjast fyrst.

Skúlarnir í Havn
Teir tríggir eldru skúlarnir í Havn: Nonnuskúlin, Kommunuskúlin og Venjingarskúlin hava síni krøv um umbyggingar og aftratbyggingar, tí teimum vantar pláss til ymisk endamál.
Eysturskúlin er tann nýggjasti skúlin í kommununi og er tann, sum best lýkur krøvini, sum eru komin aftrat við teirri nýggju fólkaskúlalógini.
Longur frammi í tíðini liggur ein ætlan um at byggja ein Vesturskúla tætt við Handilsskúlan at taka móti børnum úr Vesturbýnum.
Skúlabarnatalið er vaksið ógvuliga skjótt hesi seinastu árini. Eftir bara fýra árum er næmingatalið í skúlunum í Tórshavnar Kommunu økt við útivið 500 børnum.
Næmingarnir í fólkaskúlanum vóru 2478 í tali í skúlaárinum, sum byrjaði í august 1997, og í skúlaárinum, sum byrjaði í august 2001, eru næmingarnir 2973. Sum út sær í løtuni fer barnatalið at økjast javnt og samt.
Spurningurin er tí, nær nakað hendir við skúlunum. Tórshavnar Kommuna kann í árinum 2002 gera íløgur fyri 65 milliónir krónur í onnur endamál enn havnarbyggingar. Enn er ikki komið undan kavi, hvussu stóran part av hesum milliónunum, býráðssamgongan ætlar at brúka til skúlabygging.
Men tað verður í so snorkið, um talið ikki skjótt fer at liggja onkustaðni í nánd av 20-25 milliónum krónum um árið. Fyri minni gerst so lítið, og minni játtanin verður, størri verða trupulleikarnir á skúlunum.
So her ræður um at seta út í kortið og koma í gongd.