Í dag er eitt ár síðani Landsverkfrøðingurin fekk ótespiligu jólagávuna frá Finnboga Arge og Vinnumálastýrinum. Tjóðveldismenn hava rumblað eitt sindur, men hava so at siga einki meira gjørt við málið. Eingin óheft kanning er farin fram av málinum. Miðfyrisitingin slapp at kanna miðfyrisitingina og kom tí ikki óvæntað til ta niðurstøðu, at miðfyrisitingin hevði rætt.
Landsstýrismálanevndin vil ikki taka málið upp, tí tað er ov ógreitt at taka upp. Hetta má merkja, at um ein landsstýrismaður og eitt stýri vilja sleppa frá at koma undir lupp hjá Landstýrismálanevndini, so er bert at handfara eitt mál so óruddiliga og ógreitt sum møguligt. Demokratiska samfelagið Føroyar hevur eina landstýrismálanevnd, ið ikki tekur mál upp, um tey eru ov ógreið, hóast hesi mál júst áttu at verið tey, ið tikin vóru upp. Vit hava ongan løgtingsins umboðsmann enn, ið kært kundi verið til, men hann kemur vónandi skjótt, nú uppskotið liggur á borðinum. Hettar av Vinnumálastýrinum illa handfarna uppsagnarmál vísir líka nógv, sum nakað annað, tørvin á einum slíkum instansi.
Bert tað, at Finnnbogi Arge og menn hansara komu niðan á LV við einum nýggjum stjóra, ið teir so vóru noyddir at senda omanaftur, haðani hann kom, átti at verið nóg mikið til at fingið FA at ivast í sínum gerðum og/ella tí ráðgeving, hann fekk. Hettar mistak fekk ongar avleiðingar fyri nakran.
LV hevur givið tvær frágreiðingar út, har onnur setur nøkur ting upp, ið Vinnumálastýrið ikki kann lata standa ósvarað. Har verður m. a. tosað um juntakendari framferð. Vinnumálastýrið átti eisini at gjørt eina lýsing av stýrinum, har teir, eins og LV hevur gjørt, fortelja um útbúgvingar og miðal starvsaldur hjá starvsfólki. Hesi starvsfólk skulu eftir landsstýrisuppskotinum, saman við einum nýstovnaðum felag, hava ábyrgdina av Føroya størstu tunnilsgerð. Óivað hevur Vinnumálastýrið fólk við drúgvum royndum innan økið við sera góðum pappírum og CV?um, tá teir soleiðis kunnu skúgva Landsverkfrøðingsstovnin við sínum 50 ára royndum til viks.
Hetta mál er í ferð við at vera tagt burtur. Lógin um fast samband um Vestmannasund, har løgtingslimir millum annað skulu heimila ognartøku av jørð til eitt partafelag, er løgd fyri tingið. Verður annlegslógin samtykt, so hava føroyingar ikki longur bert landsvegir og kommunuvegir. Føroyingar koma tá eisini at fáa ein vegastubba, ið kann gerast privat ogn eitt nú hjá útlendskum kreditorum.
Vónandi eru tinglimir greiðir yvir, at teir kunnu fella hesa annlegslóg uttan harvið at vera ímóti undirsjóvartunnili um Vestmannasund. Samtykkja tingmenn annlegslógina uttan radikalar broytingar, so samtykkja teir samtstundis framferðina hjá Finnboga Arge og Vinnumálastyrinum móti Landsverkfrøðinginum. Um Landsverkfrøðingurin stóð fyri arbeiðnum, so varð vitanin verandi í Føroyum, ístaðin fyri at lata útlendsk feløg gera arbeiðið undir einum nýstovnaðum felag, og harvið rýma við vitanini.
Málið um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum og tann mura, ið varð víst av teimum, ið við so at siga ongum forarbeiði ætlaðu at leggja tveir stovnar saman, er í ferð við at verða tagt burtur. Tað sær út sum, at tingið næstan hevur gloymt málið. Um samgongutinglimir veruliga meina, at hettar málið er sera illa handfarið, so kunnu teir fella annlegslógina og kanska enntá seta fram misálit á Finnboga Arge.