Eitt ár seinni!

Bill Justinussen
løgtingsmaður
??????
Fyri góðum ári síðani fór eitt stjórnarskifti fram í Føroyum. Breiða samgongan gjørdist veruleiki. Nú var neyðugt at hava ein sterkan meiriluta á Føroya Løgtingi, tí smølu samgongurnar við bert einum tingfólki í meiriluta kundu ikki brúkast.
Hvørji eru so politisku brøgdini, breiða og sterka samgongan hevur framt hetta árið?

?2 fíggjarlógir við risahalli
?skattalætti til tey vælbjargaðu
?ómenniskjaligur ágangur móti útlendingum
?vinnupolitikkur uttan úrslit og uttan mál og mið
?ein suðuroyarætlan, sum minnir mest um nýggju klæði keisarans
?ein Hovs(a)-loysn fyri miðnámsskúlan í Suðuroynni, sum setir kílar í heldur enn savnar suðuroyingar um felagsloysnir
?framvegis ongar einskiljingar
?partapolitiskur almannapolitikkur
?ongin loysn fyri rækjuflotan
?fullkomin ruðuleiki í fullveldismálinum, hóast _málið" skuldi loysast eftir hálvum ári, og so skuldi vera friður á økinum
?familjumálaráðið niðurlagt, tí ongin familjupolitikkur er

Listin er munandi longri. Enn sakni eg fólkaheilsuætlanina. Enn er ílegugranskingar-uppskotið, sum var liðugt smíðað fyri einum ári síðani, ikki komið á tingborð. Enn bíða vit eftir fiskapakkanum. Enn skulu bólkar setast at kanna alt og onki. Enn situr bólkurin, sum skal arbeiða við yvirtøku av fólkakirkjuni og ger arbeiðið umaftur. Og nú fyrsti tingfundur í nýggja árinum er farin afturum, er bert eittans mál borið niðan í tingið frá landsstýrinum, eitt ríkislógartilmæli um altjóða revsidómstól. Ikki kann sigast, at stóra, sterka og stinna samgongan hevur nógv upp á hjarta í hesum tíðum, nú føroyska samfelagið hevur tørv á sterkum leiðarum.
Tó má eg nevna, at Samanleggingarráðið (fyrr Mentamálaráðið) er einasta ráðið, sum veruliga hevur fingið vind í seglini. Hvørjum allar samanleggingarnar av stovnum fara at enda við, veit neyvan nakar, og hvørjir stovnar næstu ferð verða samanlagdir, veit neyvan nakar heldur.
Tað undrar meg og nógv onnur, hví tað var so umráðandi hjá hesum trimum flokkum at finna saman, tá teir hava so lítið upp á hjarta. At Løgtingið undantikið 2 mál hevði reint borð um ársskiftið, og at bert eitt mál er lagt fram eftir ársskiftið, kundi givið eina ábending um, at fleiri av ætlaðu málunum hava tungt við at finna vegin niðan í Løgtingið. Væl veit eg, at umsitingin er skerd, og tessvegna framleiðir minni enn ynskiligt er, men hóast hetta átti landsstýrið at havt fleiri mál til framløgu. Um ikki, haldi eg, at projektið við breiðari samgongu alt meiri gerst ein táta fyri hvønn dag, sum fer.
Nú eitt ár seinni mugu veljararnir hjá hesum flokkum vera harmir um tey ússaligu úrslit, sum spurdust burturúr. Undanfarna samgonga, sum við Miðflokkinum vann seinasta val, fekk dygga álitisváttan, men frásegði sær upplagda møguleikan at halda fram vegna persónsstríð. Um ikki "vend kemur í" heilt skjótt, verður skjótt aftur tíð til stjórnarskifti í Føroyum.
Miðflokkurin er tilreiðar.