Føroyski presturin Hans Eiler Hammer er svorin Liverpool-fjeppari og ferðast ofta til Liverpool til fótbótlsdystir. Soleiðis var eisini hesaferð, nú hann vildi vera við, tá Liverpool vann meistaraheitið, sum felagið vann fyri einum mánaði síðani, tá fýra umfør vóru eftir av kappingini.
– Eg vildi fáa allan fagnaðin við hesaferð, eisini paraduna, og tí longdi eg uppihaldið í Liverpool eitt sindur, greiðir Hans Eiler Hammer frá, tá vit hittu hann í telefonini úr Tønning í Suðurslesvig, har hann starvast sum prestur fyri danska minnilutan týsku megin markið. Hann var tá júst komin til hús.
Hann greiðir frá, at tað gjørdist eitt øgiligt kaos, tá ein bilur brádliga hoyrdist koma drønandi. Tað hoyrdist týðuliga, hvussu hann acceleraði.
– Har vóru so øgiliga nógv fólk, har var so trongt, og tey tendraðu so nógv av hesum reyðu ljósrørunum, at eg flutti meg eitt sindur til viks fyri at koma úr tronganum, sigur Hans Eiler Hammer.
##med2##
– Hetta var um seks tíðina, og eg stóð við rygginum til, so eg sá ikki bilin koma, men eg hoyrdi ljóðið frá motorinum og hvussu maðurin speedaði upp, og so øll skríggini frá fólki, sum runnu undan og sum vóru ákoyrd. Tað ræðuligasta var at hoyra øll ønskriligu barnaskríggini, tað var ræðuligt, sigur Hans Eiler Hammer.
Hann er sannførdur um, at talan var um persón, sum visti, hvat hann gjørdi.
– Eg hoyrdi, at hann acceleraði fyrst einaferð og so eina ferð afturat, greiðir Hans Eiler Hammer frá.
Hann sigur, at løgregla og sjúkrabilar komu alt fyri eitt á staðið at hjálpa. Har vóru fleiri børn, sum rakt, og tað var tað ringasta, sigur Hans Eiler Hammer, at hoyra øll barnaskríggini.
– Tað ringasta er, at tú stendur beint við síðuna av, og so hugsar tú, at hevði hann koyrt eitt sindur øðrvísi, so vart tú kanska raktur. Eg var so tætt uppá, men var tíbetur farin til síðis fyri at koma burtur frá trunkanum og øllum ljósinum og roykinum, sigur Hans Eiler Hammer.
##med3##
Hann sigur, at løgreglan royndi at fáa tamarhald á støðuni, men fólk lupu á bilin, tá hann steðgaði, og tey fillaðu bilin sundur, brutu rútar og tað var tíðuligt, at tey vildu hava fatur á manninum.
– Eg sá týðuliga, at maðurin sat í bilinum, og at fólk royndu at fáa fatur á honum. Men so fekk løgreglan tamarhald á støðuni. Ein løgreglumaður setti seg inn í bilin fyri at verja mannin, tað var rættiligur panikkur í, og fólk vóru óð, greiðir Hans Eiler Hammer frá.
Hann greiðir frá, at hetta var ein sera óbehagilig uppliving.
– Eg brúkti nógvar tímar fyri at koma niður á jørðina aftur, tað var ikki fyrr enn á midnátt ella so, greiðir Hans Eiler Hammer frá.
Hann hevði leigað sær kamar í eini niðurlagdari kirkju, og ikki fyrr enn var komin til hús, gekk veruleikin upp fyri honum – at hann akkurát tað sama sjálvur kundi verið raktur.
– Og tá komu kenslurnar, og tá stóð einki til, greiðir hann frá.
Hans Eiler Hammer var einsamallur á ferð í Liverpool, sum hann ger so ofta. Men hesaferð skuldi hann verið saman við tveimum norskum vinmonnum, sum ikki komu við kortini.
Hann greiðir frá, at konan visti av ongum, tá hann ringdi at fortelja henna um støðuna.
##med4##
– So eg mundi forskrekt lívið av henni, sigur hann.
Hans Eiler Hammer hugsar mest um hesi børnini. Men hann hevur skilt í dag, at barnið, sum lá undir bilinum, hevur tað stabilt nú, og tað sama við manninum, sum eisini hevði fingið so stóran skaða.
Hann sigur, at tað var eitt øgiligt rok av ýlandi løgreglubilum, sjúkrabilum og teimum reyðu bilunum við hjálparfólki.
Fólk róptu og runnu í eyst og vest.
Hans Eiler Hammer sigur, at bilurin koyrdi fyrst einar 400 metrar. Hann heldur, at hann mundi koma fá einum hotelli, sum lá fram við gøtuni. Hann rakti fleiri fólk á vegnum, og setti so ferðina upp, rakti nøkur afturat og so fleiri til síðst, tá hann so steðgaði.
##med5##
Sambært løgregluni var maðurin ávirkaður, men Hans Eiler Hammer er sannførdur um, at maðurin visti, hvat hann gjørdi. Hann legði til merkis, at bilurin ikki hevði nummarplátur.
Hans Eiler Hammer er vorðin góður við býin Liverpool, fólk eru so blíð og fyrikomandi, og hann sigur, at fleiri fólk, sum búðu har á leiðini komu út at hjálpa og bjóða fólki innar.
– Tá gevur tað meining, tá tey í Liverpool syngja »You'll never walk alone«.
– Hetta var ein øgilig uppliving, og eg havi fingið ein skelk fyri lívið, sigur Hans Eiler Hammer at enda.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
Lesið eisini: Hetta er maðurin - https://www.in.fo/news-detail/her-er-madurin-sum-koyrdi-i-mannamugvu-i-liverpool